Petra Johnsdóttir Joensen sett sum stjóri


Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur gjørt av, at tað verður Petra Johnsdóttir Joensen, sum skal stjórna nýggja, samanlagda stovninum, Almannastovan og Nærverkið.


Sostatt hevur landsstýriskvinnan fylgt tilmælinum hjá einum samdum setanarbólki, sum metti Petru Johnsdóttir Joensen vera rætta valið til nýggjan stjóra fyri Almannastovuna og Nærverkið.


Petra Johnsdóttir Joensen hevur drúgvar leiðsluroyndir, bæði í Føroyum og Danmark. Hon er 66 ára gomul og útbúgvin sum løgfrøðingur. Seinni hevur hon lokið prógv í Master of Public Policy á Roskilde Universitetscenter.


Stjórin á samanlagda stovninum hevur verið stjóri á Almannastovuni síðan 2000.


Petra Johnsdóttir Joensen tekur við starvinum beinanvegin.