Piddagølan á glíðubreytini: Blóðug púta gjørdist ein sovipúta

PIDDA-GØLAN: Kroatin varð varðhaldsfongslaður tí ein koddi skuldi vera funnin heima hjá honum á Nesi, men sannleikin skuldi vísa seg, at koddin í veruleikanum varð funnin í einari bingju, og ikki heima hjá kroatanum.


Grein í blaðnum 28. november 2014:



Tað var 17. November 2011, at kroatin varð varðhaldsfongslaður, og skuldsettur fyri at hava dripið Pidda. Sum skilst var maðurin handtikin í Havn, meðan húsini, hann búði í á Nesi, vórðu kannaði.


Handtikni maðurin var í 2011, 32 ára gamal, og hevði í eina tíð hildið saman við fyrrverandi konuni hjá Pidda, tó at tey ikki hava livað saman, sum maður og kona.
Tann varðhaldsfongslaði er av øðrum etniskum uppruna, og hevur búð í leigaðum húsum á Nesi á Toftum, omanfyri kirkjugarðin.


Hann hevur arbeitt á Bakkafrost.


Tað’ var ikki nógv, sum pressan fekk at vita fyrstu tíðina aftaná handtøkuna:
Skuldsetingin ljóðaði uppá, at tann fongslaði skuldi hava dripið Pidda í døgunum millum 5. og 7. november 2011.


Og tað skuldi vera hent í heiminum hjá Pidda í Runavík.


Onki var frætt um við handtøkuna, hvørt maðurin játtaði seg sekan ella ikki.
Fleiri hava nomið við, at Piddi skal vera funnin í einari bingju, men skjótt var greitt, at hesi tíðindini ikki vóru røtt, og tí heldur ongantíð váttaði.



Skuldsetti small niður á arbeiðsplássinum


Løgreglan hevði býlagt eitt grundlógaravhoyr í rættinum, tá tað var greitt, at Piddi hevði verið horvin í meira enn tíggju dagar.


Seinni komu so boðini um, at maðurin var tikin, illtonktur fyri at hava myrt tann burturblivna, sum hinvegin ikki var funnin, hóast nógvar gitingar um eina bingju.
Tað var nógv sum bendi á, at løgreglan hevði funnið nokk av tekniskum prógvum til, at handtaka mannin í samband við, at Piddi er horvin, varð upplýst, men alt var bæði skroypuligt, og so sera ivasamt, skuldi tað vísa seg aftaná.


Maðurin, sum varð varðhaldsfongslaður, og skuldsettur fyri at hava dripið Pidda, var á Landssjúkrahúsinum, tá hann varð handtikin. Orsøkin var, at hann dagar frammanundan, small niður á arbeiðsplássi sínum, Bakkafrost.


Hví maðurin knappliga fríggjadagin fekk eitt dánlisi fekk pressan ongantíð nakað at vita um í november 2011.



Blóð á koddanum


Føroya rættur avgjørdi, at varðhaldsfongsla mannin í fjúrtan dagar, sum løgreglan hevði skuldsett fyri at hava dripið Pidda.


Orsøkina til varðhaldsfongslingina segðist vera teknisku kanningarnar:


Haraftrat var funnin ein blóðugur koddi heima hjá varðhaldsfongslaða á Nesi á Toftum, ið ger, at dómarin hevur loyvt at búra mannin inni, sum hinvegin staðiliga hevur víst aftur, at hann er sekur í nøkrum, sum helst, og visti ikki hví hann varð handtikin.




Varðhaldsfongslingin varð kærd til Landsrættin, sum nú skal taka støðu til um varðhaldsfongslingin er í lagi. Landsrætturin tók undir við varðhaldsfongslingini.
Hóast maðurin eisini hevði klagað um, at hann er hildin aftur í longri enn 24 tímar, áðrenn hann kom fyri ein dómara, og tað er ikki loyvt sambært lógini, so bleiv hann hvørki hoyrdur av sínum egna verja, ella rættinum.


Hetta tók rætturin tó ikki tikið støðu til, og skuldi tað vísa seg, ongin áhugi var fyri at greina hetta seinni, hvørki av verja ella ákæra, og tíansheldur, dómara.
Í november 2011, skrivaði blaðið soleiðis:


Sum sagt, so er Piddi ikki funnin, men løgreglan váttar, at tey leita eftir tekniskum prógvum í bingjum við brennistøðina í Leirvík og aðrastaðir.


Fyribils hevur løgreglan bara blóð á einum kodda, og kanska onkur onnur teknisk spor at halda seg til.


Men hetta koddatos er blivið til kloddatos, tí knappliga er koddin ikki funnin heima hjá varðhaldsfongslaða, men í einari bingju, og so er tað heldur ikki víst, at koddin kann brúkast, sum prógv, staðfesti pressan 18. November 2011.


Pidda-gølan á glíðubreytini:


Blóðug púta gjørdist ein sovipúta.