Pidda-gølan: Sjónleikurin aftur á pall

Aftaná allar teir leysu endarnar vil ákæruvaldið hava, at nevningarnir skulu trúgva, at kroatin einsamallur hevur beint fyri Pidda.


Í morgun legði Linde Hasselberg, ákæri, til brots.


Lat okkum taka eitt sindur samanum. Tað er funnið DNA á battarínum, sum er dottið úr fartelefonuni hjá Pidda, men sum er sett í aftur telefonina, ið er funnin heima hjá kroatanum á Nesi. Tó at tað er staðfest, at kroatin hevur ikki havt fingrarnar á battarínum, so vil ákærin ikki fortelja hvør eigur DNA´ið.


Aftaná at tað er gjørt gullreint í sovikamarinum heima hjá Pidda á Gerðisvegi, er ringurin av pannuni, sum verður sagt at vera morðvápnið, plaseraður aftur mitt á gólvinum. Inni í ringinum er funnið blóð frá Pidda. Hvør tað er sum fyrst hevur gjørt reint, og síðani følt trongd at leggja ringin har, vil ákæruvaldið ikki fortelja nevningunum.


Ákærin hevur greitt frá, at haldið, og pannan eru funnin heima hjá kroatanum. Á pannuni er DNA frá Pidda, og einum øðrum persóni. Hvør hin persónurin er, vil ákærin ikki fortelja nevningunum.


Passið hjá Pidda er funnið krógvað í køkinum hjá kroatanum. Ákæruvaldið hevur váttað, at einki DNA er á passinum frá kroatanum, men vil ikki út við hvør so kann hava nortið passið.


Ákæruvaldið hevur funnið jakka hjá kroatanum við blóði frá Pidda á. Samstundis er komið fram, at jakkin uppi við hálsin er kannaður, og har eru funnið DNA frá kroatanum, sum eisini eigur jakkan, men tað, sum er áhugavert er, at teknikarnir hava eisini funnið DNA frá einum øðrum persóni við jakkahálsin. Ákærtuvaldið vil bara ikki fortelja hvør hesin persónurin er.


Vit koma við fleiri avdúkingum, sum frálíður, tí vit nokta at vera journalistiskir pappageykar hjá ákæruvaldinum, sum ikki vil hava sannleikan fram í nevningatinginum.


Sjónleikurin er so aftur komin á pall.