Plantið eitt træ-átak á Vaglinum

Tiltakið “Plantið eitt træ” verður á Vaglinum í morgin leygardagin 11. mai millum kl. 10 og 14, har fólk frá Tórshavnar kommunu fara at útluta ókeypis plantupakkar til húskini í kommununi.


Undirhald verður til børnini og eisini kemur HR-dansiband at spæla harmonikutónleik fyri øllum. Ítróttarfeløg fara at selja kaffi og okkurt gott afturvið.


Sum nakað nýtt verður í ár skipað fyri einum plantumarknaða í gongugøtuni, har møguleiki verður hjá borgarum at keypa fleiri plantur og trø til urtagarðarnar.


Øll eru hjartaliga vælkomin!