Pláss fyri skattalætta í Tórshavnar Kommunu

Tórshavn, ein høvuðsstaður í menning
og vøkstri, og við tilboðum og tænastum av øllum møguligum slag til borgaran,
umframt góðum kørmum at reka vinnuligt virksemi




Framtíðaríløgur og verkætlanir



Nú ársroknskapurin fyri 2015 hjá
Tórshavnar Kommunu er góðkendur, er neyðugt framhaldandi at hava fokus á at
reka kommununa fíggjarliga forsvarligt, og samstundis tryggja framhaldandi
menning av kommunalu vælferðartænastunum til okkara borgarar, t.e. børn, ung,
vaksin og eldri.




Vit hava nú sett hol á okkara
miðbýarætlan við m.a. at opna niðastu hæddina í Bank Nordik-bygninginum til ein
mini-terminal, har Apotek og annað virksemi skal verða, umframt lestraríbúðir í
Kommunuskúlanum og søla av bakaravørum í Handilshjarnanum.




Vit hava eisini aðrar stórar íløgur
fyri framman, t.e. nýggjan skúla í vesturbýnum, musikkskúla og langhyl. Hetta
eru 3 stórar íløgur, sum krevja eina íløguraðfesting. Tað er ikki á nakran hátt
skilagott at seta allar hesar íløgur í gongd í senn, nú vit hava ein hitaðan
búskap.




Annars eigur at verða settur meira
peningur av til rakstur og íløgur á eldraøkinum, serliga tá hugsað verður um,
at tørvur longu nú er á eykajáttan í 2016. Vit hava yvirtikið eitt eldraøkið
frá landinum, sum hevur verið rættuliga niðurpínt við pengum. Tað kostar eftir
øllum at døma meira at reka økið enn tað, sum landið ásetti.




Vit eiga og skulu gera eina íløguætlan
fyri eitt lo
ngri tíðarskeið og soleiðis strekkja íløgurnar, fyri ikki at
ovurupphita búskapin. Vit eiga heldur at lata privatu vinnuna gera íløgur, og
tá so búskapurin kølnar aftur, hevur tað almenna ella kommunan møguleika at
seta gongd á almennar íløgur fyri at javna út búskaparligu sveiggini.




Ein onnur orsøk til, at vit eiga at
raðfesta og halda aftur við stórum byggiverkætlanum í einum hitaðum búskapi við
vantandi arbeiðsmegi er, at íløgurnar gerast alt ov dýrar og dygdin vánalig.




Politisk avrik



Henda
samgongan setti sær fyri og gav lyfti um at loysa eina røð av uppgávum - av
hesum kann nevnast m.a.



 



·        
Kommunuskatturin
lækkaður við 0,5% (frá 20,25% niður í 19,75%)



·        
Barnaansingargjøldini
lækkað - bara gjalda fyri eitt barn



·        
Fimleikarhøllin
í Argja skúla verður víðkað, soleiðis at spælast kann hondbólt



·        
Útstykking
á Argjum, 50 grundstykki



·        
Høllin
á Hálsi verður útbygd, soleiðis at vit fáa ein bana afturat



·        
Útstykking
í Kollafirði, 20-24 grundstykki



·        
Nýggjur
barnagarður liðugur í Kollfirði í summar



·        
128
fleiri bátapláss í kommununi





Ov nógvar íløgur settar í gongd í senn




Eg eri samdur við teimum, sum siga, at
vit ikki eiga at hava stórar og nógvar framflytingar av íløgum, t.v.s. at tá
vit ikki megna at gera stórar íløgur í einum fíggjarárið, so flyta vit tær til
komandi ár og hesar íløgujáttanir hópa seg upp. Hetta er kortini einki nýtt í
Tórshavnar Kommunu, og er vanliga gjørt fyri at fáa eina politiska kabalu at
ganga upp. Tað veit varaborgarstjórin, Jógvan Arge eisini væl, tí hettar var
eisini mannagongdin í hansara samgongutíð. Landið hevur somu trupulleikar.




Framfluttar íløgur - Tórshavnar
Kommuna





















Ár    mió.kr.



2011



2012



2013



2014



2015



Framfluttar íløgur



120



119



143



137



118





Kelda:
Fyrisitingin í Tórshavnar Kommunu



Tølini við framfluttum íløgum vísa
greitt, at íløgur og byggiverkætlanir skulu planleggjast og raðfestast betri
komandi árini.




Jógvan Arge, hetta er ikki nakað, sum
er hent í 2015. Hetta gjørdi tú eisini, tá tú var í býráðsmeirlutanum, men eg
eri samdur við tær, at vit eiga ikki at hava meira íløgur á árligu
fíggjarætlanini enn vit megna at gjøgnumføra ella gera lidnar, og strika tær
íløgur ella tann partin, sum vit ikki náa at gera lidnan í einum fíggjarárið,
og tað bert væl til at meta um, hvat vit klára at gjøgnumføra, áðrenn eitt
fíggjarár byrjar. Á henda hátt skapa vit gjøgnumskygni og ein stabilan
kommunurakstur, og kunnu halda eitt stabilt kommunuskattaprosent




Tá ein samgonga ella býráðsmeirluti
gerð eina samgonguavtalu yvir 4 ár, so eiga vit at viska talvuna reina og gera
eina realistiska íløguætlan yvir tey komandi 4 árini, og gjøgnumføra tað, sum
vit seta okkum fyri.




Kommunan væl fyri at veita enn ein skattalætta



Tað er sum sagt skilagóður
fíggjarpolitikkur at halda aftur í góðum tíðum, og seta arbeiðir í gongd í
ringum tíðum.




Tað er eisini góður kommunalpolitikkur
at hava eitt stabilt lágt skattatrýst, soleiðis at skattaborgarin veit, hvat
hann hevur at halda seg til í longdini. Samsvar má vera í longdini ímillum,
hvat man tekur inn í skatti í mun til tørvin á rakstri og íløgum.




Tað er ongin orsøk at taka meira inn í
skatti frá borgarunum enn neyðugt er.




Møguligar meirinntøkur ella avlop á
fíggjarætlanini eigur at brúkast til skjótari niðurgjalding av skuld.


Vísandi til góðu tíðirnar, lágu
skuldina hjá Tórshavnar Kommunu, breiða skattagrundarlagið og skilagóða
fíggjar- og búskaparstýring, er pláss fyri einum skattalætta komandi fíggjarár
2017.




 Skuld, brutto - Tórshavnar Kommuna



























Ár    mió.kr.



2008



2009



2010



2011



2012



2013



2014



2015



Skuld



6



180



167



154



134



126



111



94





Viðmerking:
Skuldin er uttan Tórshavnar Havn, sum onga skuld hevur




Kelda:
Fyrisitingin í Tórshavnar Kommunu



Tórshavnar Kommuna er ein fíggjarliga
væl rikin kommuna og hetta skal sjálvandi koma skattaborgarunum til góðar við
einari skattalækking í 2017 og framhaldandi góðum vælferðartænastum.




Annfinn Brekkstein



Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri
Sambandsflokkin