Prógvið bleiv burtur: Hárið í endatarminum

Perlur: Longu meðan avgerðin hjá serliga klagurættinum um, at málið skal ganga umaftur, er fesk, kann Eisenberg Strøm avdúka úr Íslandi, at Linda Hasselberg, ákæri, hevur viðgingið, at avgerandi prógv er blivið burtur úr upprunaligu sakini, sum ein týskur lækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, hevði funnið uppi í endatarminum á dronginum. Grein í Oyggjatíðindi 7. juli 2004.

Skrivað og greinað: Dan Klein, journalistur:


Oyggjatíðindir hevur fylgt hesi familjuni heilt aftur til 1998, tá barnaverndin á Tvøroyri forfylgdi teimum.


Ágangurin frá barnaverndarmyndugleikunum í Føroyum var so ágangandi, at tey sógu sær ongan annan møguleika enn at flýggja til Íslands við børnunum.


Hetta hendi í 1999. Í Íslandi stóð barnaverndin fyri teimum, tippaði av barnaverndarmyndugleik um í Føroyum.


¬ Síðani hevur lívið hjá hesi familju verið eitt reint helviti.


Øll børnini uttan tvey, tók íslendska barnaverndin frá familjuni, sum bardist og berjist enn fyri at fáa børnini aftur.


Sorgarleikurin og bardagin hjá hesi føroysku familjuni, er kent um alt Ísland.


Tvær ferðirnar hevur íslendska rættarskipanin dømt í málinum um børnini, sum vórðu tvangstikin av barnaverndini.


Í báðum førum kom rætturin til, at íslendska barnaverndin hevði ikki rætt til at taka børnini frá foreldrunum.


Men foreldrini vóru noydd at fara heilt upp í Íslendska Hægstarætt fyri at vita um tað var rætt, at børnini áttu ikki at verði tikin frá foreldrunum, sum so heldur ikki kundu fáa børnini heim aftur við teirri grundgeving, at tey tá høvdu verið so leingi hjá fosturfamiljum.


Tað skakaði alt Ísland, at eisini hægstirættur kom til ta niðurstøðu, at tað var skeivt at taka børnini, men tók amstundis avgerð um, at tey skuldu ikki aftur til foreldrini.


Við í dómarapanelinum í íslendska Hægstarætti sat kvinniligur dómari, sum eisini hevði arbeitt í barnaverndini, men spurnartekin varð ikki sett við habilitetsstøðuna hjá dómaranum.


Síðani hevur íslendska barnaverndin arbeitt av øllum alvi, eisini at fáa tey bæði børnini frá Jonnu og Eisenberg, sum tey hava heima, men hetta hevur ikki eydnast.** Men so kemur málið um falska frágreiðing upp.


Sera hent fyri íslendsku barnaverndina, sum nú helst sær sær ein møguleika at koma inn og taka tey seinastu børnini frá familjuni.


Eisenberg Strøm er ikki í iva um, at børnini, sum nú hava broytt frágreiðing um misbrúki av teimum, eru ávirkaði av barnaverndini, sum hevur gjørt alt fyri at hesi børnini ikki sleppa at vera saman við foreldrunum í Íslandi, uttan bara einaferð um árið, og tá hevur tað verið undir eftirliti, bæði av barnaverndi og forsturfamiljum.


Í samband við, at málið um misbrúki av børnunum nú er vent móti Jonnu Vágseið, sum nú skal hava hótt børnini at koma við falskari frágreiðing, hevur løgreglan í Føroyum verið í Íslandi og avhoyrt partarnar.


Linda Hasselberg, ákæri hjá fútanum, hevur verið alment frammi og sagt sína hugsan um málið.


Hon hevur eisini nevnt, at Jonna Vágseið er skuldsett, men at hon ikki enn er ákærd í málinum.


Yvir telefonina úr Íslandi, sigur Jonna Vagseið, at hon er skelkað av gongdini í hesum málinum.


Hon leggur herðslu á, at hon hevur ongantíð hótt børnini til nakað sum helst, og so sigur hon eisini, at hon kennir onki til at vera skuldsett í hesum málinum.


- Tað hevur hon onki fingið at vita um, sigur Eisenberg, sum brýtur inn í samrøðuna. Hann er ikki í iva um, at barnaverndarmyndugleikarnir standa aftanfyri, og hava trýst børnini til at koma við følskum ákærum um Jonnu.


Eisenberg nevnir ein kriminalpolitist við navni, og sigur, at hesin hevði sagt í íslandi, at hann trúði ikki frágreiðingini hjá dóttrini, tí har var onki samsvar.


- Linda Hasselberg vil »gloyma« alt um prógvið í endatarminum á dronginum:


Hetta var eitt 10 centimetur langt hár, sum týskur barnalækni fann uppi í endatarminum á dronginum, og sum eisini er nevnt í dóminum í móti teimum, sum nú vilja reinsast.


----


Hetta er bara eitt av fleiri prógvum um, at Einglapressan liggur í lummaullini hjá maktini. Tað er onki broytt. Sjálvt í dag letur Einglapressan seg stýra heldur enn at kanna hvørji rættindir og skyldir pressan hevur, sum vakthundur í samfelagnum. Tað besta, ið kann sigast um Einglapressuna í dag er, at hon "er en skødehund, en overfed kælen vovse, med hold kæft bolsjer på sideben og sidelinje".Av somu orsøk hava vit valt at taka afturíaftur fleiri av teimum gomlu perlunum í blaðnum. Vit ynskja fólki góðan lesihug, tí tað kemur meira.