Posta burturvísti av órættum

Dómur: Starvsfelagið hevur vunnið eitt rættarmál ímóti Posta um burturvísing av órættum vegna lim felagsins. Posta skal eftir dóminum gjalda fyrrverandi starvsfólkinum 252.000 kr. umframt rentu, og Posta skal gjalda Starvsfelagnum góðar 27.000 kr. í sakarkostnaði, umframt egnan sakarkostnað.

Posta, 14. Oktober 2021:

- Hetta er ein stórur lætti, at vit hava vunnið málið. Nú havi eg reinsað mítt navn, sigur fyrrverandi starvsfólkið á Posta.

Maðurin hevði arbeitt sum postboð í meira enn 30 ár. Fyrst í oktober 2020 helt leiðari hansara seg hava prógv fyri, at maðurin hevði snýtt Posta. Hann varð burturvístur, sum merkir, at Posta segði hann upp “upp á standandi fót” vegna grovt mishald av tænastuni. Hann fekk tí hvørki uppsagnartíð ella uppsagnarløn. Maðurin var ongantíð hoyrdur um tey faktisku viðurskifti, sum leiðarin legði til grund fyri burturvísingini.

Hann fór til Starvsfelagið, sum hansara vegna stevndi eftir endurgjaldi fyri burturvísing av órættum. Nærum eitt ár seinni er dómur sagdur í málinum, sum staðfestir, at maðurin í fullan mun hevur røkt sítt arbeiði og ikki hevur snýtt Posta.

Er eltur í arbeiðstíðini og heima
Leiðarin hjá manninum fekk í september 2020 ta fatan, at okkurt mundi vera galið, tá hann hevði so nógva yvirtíð. Tey seinastu árini hevði hann nógva yvirtíð, sum í mestan mun stavaði frá umlegging av postútberingini.

Leiðarin setti sær fyri at eftirkanna mannin - í loyndum. Hetta varð gjørt á tann hátt, at hann, uttan at siga frá og uttan at hava reglur um slíkt, fylgdi Posta-bilinum hjá manninum via ein GPSara, sum var í bilinum. Hann koyrdi eisini aftan á manninum í tveir dagar við fototóli - alt fyri at kunna prógva sín illgruna um, at maðurin snýtti sær yvirtímar við at draga arbeiðstíðina út um dagarnar og við ikki at stempla út, tá hann átti.

Hesa eltingina visti maðurin einki um, fyrr enn tann dagin hann var burturvístur. Leiðarin vísti honum myndir, sum vóru tiknar av honum, enntá eina mynd í túninum uttanfyri heimið. Maðurin greiðir frá, at tað hevur ávirkað hann og familjuna at fáa at vita, at tað vórðu tiknar myndir uttanfyri heimið og tað kennist ótrygt fyri tey.

- Rútarnir hjá okkum standa út til vegin, so tá man hyggur út í myrkrinum, kennist tað ikki gott, tí man veit ikki um nakar stendur har og eygleiðir teg, sigur maðurin.

Burturvísingin hevur verið ein skelkur fyri alla familjuna og hetta hava tey merkt í longri tíð. Nógvar søgur hava gingið um, hví hann var givin hjá Posta, t.d. hevði hann hoyrt, at hann hevði koyrt fullur. Tí er gott nú at reinsa navnið.

Maðurin er sera vónbrotin av at verða viðfarin soleiðis av arbeiðsplássinum, har hann hevði starvast í yvir 30 ár. Hann sigur, at hann royndi at tosa við Posta eftir burturvísingina, bæði gjøgnum sakførara og fakfelag, fyri at slætta sjógvin, men har var eingin vilji í leiðsluni at finna nakra semju.

- Hetta er serliga skuffandi, tá man veruliga hevur ofrað seg fyri felagið. Tá eg skuldi til læknakanning, fór eg eyka tíðliga til arbeiðis, so eg kundi avgreiða rutuna sjálvur og tað ikki var neyðugt at tilkalla avloysara. Og so verður tað brúkt sum ein orsøk at burturvísa meg, sigur maðurin.

Rætturin gevur manninum fult viðhald
Nú er dómurin sagdur, har Starvsfelagið vegna limin fekk fult viðhald.

Í dóminum sigur rætturin m.a.:

at eftir tí, sum er komið fram, má staðfestast, at maðurin í fullan mun hevur røkt sítt arbeiði
at man ikki kann staðfesta, at maðurin hevur við tímaskrásetingini ella av órættum hevur drigið sínar arbeiðsdagar út fyri at fáa yvirtíð
at Posta visti alt um tímaskrásetingina og yvir longri tíð eisini hevur goldið honum fyri yvirtíðartímarnar uttan at seta spurnartekin við nakað
at sjálvt um maðurin í tveimum førum hevur verið burtur frá arbeiðnum til læknakanning á landssjúkrahúsinum, uttan at siga frá, og í einum føri var inni og heilsaði upp á familju til hátíðarhald, so er tað ikki nóg mikið til at staðfesta grovt mishald av tænastuni, og at henda fráveran ikki hevur ávirkað arbeiðsuppgávurnar, sum maðurin sjálvur hevur avgreitt, uttan at neyðugt varð við avloysara
Rætturin leggur eisini dent á ta longu starvstíðina hjá manninum og sigur, at hetta førir við sær skerpaði krøv til grovheitina av mishaldi.

Í málinum gjørdi Starvsfelagið eisini galdandi, at “prógvini” hjá Posta - tað er GPS-skráseting uttan samtykki og elting við fototóli uttan fráboðan - vóru ólógliga fingin til vega, og tí ikki kundu brúkast sum prógv. Hendan spurning tók rætturin ikki støðu til, helst tí at tað var ikki neyðugt, tí burturvísingin longu í sær sjálvum kundi staðfestast gjørd av órættum.

Posta skal eftir dóminum gjalda manninum 252.000 kr. umframt rentu, og Posta skal gjalda Starvsfelagnum góðar 27.000 kr. í sakarkostnaði, umframt egnan sakarkostnað. Málið hevur sostatt væntandi kostað Posta yvir 300.000 kr.

Ein ávaring til arbeiðsgevarar
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum sigur, at hesin dómurin vísir, at ein burturvísing er ikki eitt kort, sum arbeiðsgevarin bara kann trekka upp úr lummanum, tá hann er misnøgdur við eitthvørt. Tað er tað allar síðsta kortið, sum arbeiðsgevarin bert kann brúka í heilt serliga grovum málum. Tað var talan als ikki um í hesum máli og tað mistakið sleppur Posta nú at gjalda fyri.

- Vit uppliva tíverri viðhvørt, at arbeiðsgevarar leypa framav, men hesin dómurin vísir, at arbeiðsgevarar mugu vera serstakliga ansnir, tá talan er um burturvísing. Starvsfelagið vónar, at hesin dómurin kann vera ein áminning til arbeiðsgevararnar um, at teir altíð mugu royna at loysa trupulleikar á arbeiðsplássinum við samrøðum og ávaringum fyrst, áðrenn teir fara til uppsøgn og enntá til eitt so víðgongt stig sum burturvísing. Arbeiðsgevarar mugu royna at brúka tað gula kortið fyrst, áðrenn teir fara djúpt niður í lumman eftir tí reyða kortinum.

- Dómurin er eisini ein áminning um, hvussu stóran týdning tað hevur, at starvsfólk verða hoyrd í málum um burturvísing. Um maðurin hevði verið hoyrdur og málið hevði verið betri upplýst beinanvegin, høvdu vit kanska sloppið undan, at hetta málið kom so langt, sigur formaðurin.

Súni Selfoss heldur, at dómurin vísir enn einaferð, hvussu stóran týdning tað hevur, at starvsfólk eru limir í fakfelag. Starvsfólk flest hava hvørki orku ella ráð til at fara upp ímóti einum arbeiðsplássi einsamøll, men tá kann fakfelagið hjálpa, so at tey ikki standa verjuleys.

Hesum tekur maðurin undir við. - Eg hevði ikki staðið gott í tí, um eg ikki var limur í Starvsfelagnum. Tey hava gjørt nakað sera gott fyri meg. Eg havi trúð uppá, at hetta fór at bera á mál og tað hevur tað nú.