Príslækking í undirsjóvartunlunum

Á nevndarfundi í seinastu viku, samtyktu nevndirnar í P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin, at lækka prísirnar í báðum tunlunum. Broytingarnar koma í gildi 1. jan. 2014.


Frá januar til november í ár er ferðslan økt við 4,9% í Vágatunlinum og 6,2% í Norðoyatunlinum. Um ferðslan í desember verður áleið tann sama sum í desember 2012, verður samlaða ferðslan í 2013 620.000 akfør í Vágatunlinum og 790.000 akfør í Norðoyatunlinum. M.a. henda økta ferðslan gevur grundarlag fyri at lækka prísirnar.


Prísbroyting fyri persónbilar við kubbahaldi og teir sum gjalda fyri stakar túrar:


Prísurin fyri stakar túrar lækkar úr kr. 110,- til kr. 100,- pr. túr.


Prísurin fyri kubbahald verður:


- Fyri 40 túrahald: túraprísur 50 kr., ella íalt kr. 2.000,-, ein lækking á kr. 200,-


- Fyri 20 túrahald: túraprísur 50 kr., ella íalt kr. 1.000,-, ein lækking á kr. 100,-


Árshaldini lækka við kr. 50 um mánaðin, úr kr. 750,- til kr. 700,-. Prísurin fyri árið verður framyvir kr. 8.400,- í mun til kr. 9.000,-.


Stór og tung akfør


Prísurin fyri akfør størri enn 6 metur lækkar úr kr. 320,- til kr. 300 fyri stakar túrar.


Við kubbaskipanini verður prísurin:


- Fyri 40 túrahald: túraprísur kr. 150,-, ella íalt kr. 6.000,-, ein lækking á kr. 400,-


- Fyri 20 túrahald: túraprísur kr. 150,-, ella íalt kr. 3.000,-, ein lækking á kr. 200,-


Vegna nevndirnar í P/F Vágatunlinum og P/F Norðoyatunlinum


Uni Danielsen, stjóri