Prógv í innovatión

12 lærarar á Føroya Handilsskúla í Havn og á Kambsdali hava fingið prógv í innovatión


Tíðindaskriv frá Føroya Handilsskúla


Hetta seinasta árið hava lærarar á Handilsskúlunum tikið eftirútbúgving í Innovatión og íverksetan. Útbúgvingin er fyriskipað av Syddansk Universistet, men hevur verið hildin í Føroyum. Útbúgvingin gevur lærarunum formligar førleikar til at undirvísa á miðnámi í lærugreinini Innovatión, sum verður boðin út í nýggju gymnasialu breytaskipanini.


Føroya Handilsskúli leggur stóran dent á, at innovatión er ein týðandi partur av skúlans lærugreinaútboðið. Innovatión er grundarlag fyri búskaparligari menning og nýbrotum í vinnuni. Tí hevur tað stóran týding at innovativir førleikar vera mentir í allari skúlaskipanini. Og Handilsskúlin vil fegin ganga á odda í hesari tilgongd.


Føroya Handilsskúli fegnast um, at næmingar vísa innovatión stóran áhuga og hava báðir skúlarnir bjóðað serligar innovatiónsleiðir út, sum av álvara byrja við skúlaársbyrjan í august.


Lærarirnir, ið hava fingið prógv í Innovatión eru:


Hertha Olsen, Hjalti Dalheim, Maria Gregersen, Irdi Jacobsen, Pól Esper Hansen, Kristina Berg, Súsan Klein Gregoriussen, Finn Jensen, Brynhild Høyer, Janus Norðberg, Jákup B. Jensen og Niclas Rasmussen