Projektering til nýggju útstykking í Hoyvík!

Byggi og býarskiparnarnevndin hjá Tórshavnar kommunu, samtykti í gjár, at taka undir við tilboðnum frá Landsbyggifelagnum, sum hevði lægsta tilboðið millum 4 ráðgevarafyritøkur, uppá nýggju útstykkingina Millum Gilja/Djúpagil í Hoyvík. Tilboði hjá Landsbyggifelagnum var áljóðandi kr. 96.875,- uttan mvg.


Byggi og býarskiparnardeildin hjá Tórshavnar kommunu, hevði bjóðað gerð av projektuppskoti út millum 4 ráðgevarafyritøkur. Tað kom 3 tilboð inn og nevndin tók av lægsta tilboðnum. Nú fer málið so til fíggjarnevndina og býráði til endaliga støðutakan, so er klárt at byrja.


Líka síðani 2007 hevur verið arbeitt við at útstykkja við Djúpagil og Millum Gilja í Hoyvík. Nú er klárt at seta fyrsta spakan í. Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur gjørt uppskot til útstykkingarætlan við uml. 30 grundstykkjum á 300 fermetrar og tveimum felagsøkjum. Útstykkingin hevur atgongd frá sambindingarvegnum við nýggja innkomuvegin og er skipað í 4 bólkar fram við einum atkomuvegi. Atkomuvegurin hevur gongubreyt báðumegin.


Norðan fyri atkomuvegin er avsett pláss til 1 eyka parkeringspláss pr. matrikul. Innkoyringarnar til bústaðarbólkarnar eru markeraðar við vegbungum. Gøtusamband er til Stórutjørn gjøgnum ein tunnil undir sambindingarvegnum.


Grundstykkini liggja fram við 8 m breiðum vegum uttan kantsteinar. Vatnrennur úr beton er mark millum gongubreyt og koyribreyt. Koyribreytin er 4 m breið.** Ætlanin er at lata liðugt planerað grundstykkir við ásettum byggifelti og planeringshædd.


Gongugøtur eru millum bústaðareindirnar og felagsøkir. Gøturnar hava samband við verandi gøtuskipan.


Hetta er at fegnast um og næsta málið má vera at útviga 400 m2 grundøkir, annars arbeiðir kommunan við at útstykkja 10 grundøkir í Kollafjørði og har er um at vera klárt.


Levi Mørk


- formaður í byggi og byarskiparnarnevndini hjá


Tórshavnar kommuna