Prostatabólkurin skipar fyri tiltaki mikukvøldið 10. mars kl. 19.00

Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, skipar fyri tiltaki mikukvøldið 10. mars kl. 19.00 til 21.00. Jóhan Poulsen serlækni í urologi á Aalborg Universitetshospital, kemur at greiða frá tí, ið rørir seg innan prostata viðgerð. Vegna almennu korona tilmælini verður tiltakið á Hotel Føroyum, í Havn.

Prostatabólkurin skipar fyri tiltaki mikukvøldið 10. mars kl. 19.00
 
Nú er tíðin komin, at vit hittast aftur. Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, skipar fyri tiltaki mikukvøldið 10. mars kl. 19.00 til 21.00. Jóhan Poulsen serlækni í urologi á Aalborg Universitetshospital, kemur at greiða frá tí, ið rørir seg innan prostata viðgerð. Høvi verður eisini at seta spurningar. 

Vegna almennu korona tilmælini verður tiltakið á Hotel Føroyum, í Havn. Vónandi verða vit fjølmentir og nýggir luttakarir eru altíð vælkomnir. 
Skráin fyri kvøldið:
-Drekkamunnur
-Vælkomin og taka samanum hvat er farið fram síðan seinast
-Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum
- Jóhan Poulsen serlækni í urologi á Aalborg Universitetshospital, kemur at greiða frá tí, ið rørir seg innan prostata viðgerð. Høvi verður eisini at seta spurningar
-Møgulig uppskot av evnum til komandi fund 

GG! Um tú kennir onkran, sum er í somu støðu, ið hevur ella hevur havt prostata krabba – eru hesir altíð vælkomnir við. 

Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma í seinasta lagi mikudagin 10. mars kl. 12.00, á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo.