Ptal/Cpr hevur einki við samband/loysing at gera

Endamálið við at fáa eitt p-tal sum
virkar í bæði føroysku og donsku heilsuskipanini er at tryggja, at allir
upplýsingar um sjúkugongdina hjá føroyskum sjúklingum eru atkomuligir har teir
skulu brúkast.



 



Føroyska sjúkrahúsverkið sendir uml.
1500 sjúklingar av landinum árliga og hevur neyvt samstarv við danskar
serlæknar, sum eisini koma hendanvegin at viðgera.



 



Samskiftið um sjúklingar gerst tí
umfatandi báðar vegir, og er loysnin eitt p-tal sum virkar í báðum
heilsuverkum, eiga vit at velja tann leistin, heldur enn at uppfinna djúpa
tallerkin av nýggjum. Heilsan er tað týdningarmiklasta vit eiga, og
tjóðarstoltleikin eigur ikki at sita í eini talgildari talskipan og fora okkum
í at velja skilabestu loysnina, okkum øllum til frama.



 



Sambandsflokkurin ynskir at tryggja
føroyingum allarbestu fortreytir, tá sjúka gerst partur av lívinum, og evnið
eigur tí ikki at gruggast av einum loysing/samband kjaki, men umhandla bestu
loysnina fyri sjúklingin.



 



Ingi Mittún

Næstformaður Føroya Væl, Sambandsflokkurin