”Eyðgunn Samuelsen við pallborð á ST-fundi: Pápar við umborð!

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, fer í kvøld at taka lut í pallborðskjaki í ST í New York.

Eyðgunn Samuelsen er í hesum døgum á Kvinnurættindafundi í ST. Á fundinum í dag er pallborðskjak, har norðurlendsku ráðfrúurnar í javnstøðumálum fara at tosa um positivu ávirkanina, tað hevur á javnstøðu, tá pápar ansa børnum og annars taka lut í arbeiðinum við hús.

Pallborðskjakið er klokkan 19.00 føroyska tíð, og leinki er at finna á facebook síðuni hjá Almannamálaráðnum.

Les meira um Kvinnurættindafundin her: https://www.norden.org/da/event/join-us-un-commission-status-women-csw-new-york