Reinsaríið handað kommununi í dag




Reinsaríið er nú liðugt umbygt og varð handað kommununi í dag seinnapartin. Reinsaríið verður rytmiskt spælistað, tað vil siga tónleika- og konsertstað burturav, og verður saman við Perluni týðandi mentanarhøli í miðbýnum.




Seinastu snøklarnir verða gjørdir nú næstu dagarnar, meðan ruddað og vaskað verður, og kunngjørt verður einaferð í næstu viku, nær opið verður fyrstu ferð.




Bogi Andraseen er settur sum samskipari í Reinsarínum og Perluni. Tað vóru Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum í dag hittu arbeiðstakararnar á miðhæddini í Reinsarínum.