Rekorddagur á Argjahamri

Á frítíðarskúlanum á Argjahamri hava tey enda árið við einum rekorddegi har børnini skulu kappast í ymsum kappingum, m.a. forðarenning, krabbastøða, spýtikapping, ganga á hondunum o.ø.


Tey hava fyri tíð síðan havt summarveitslu fyri foreldrum og børnunum. Nú hava børnini kappast um, hvør stendur seg best í teimum ymsu kappingunum.


Hetta verður eitt afturvendandi tiltak, so rekordirnar verða goymdar, soleiðis at børnini komandi árini hava nøkur met at stremba eftir.


Kelda: www.torshavn.fo