Revsilógin verður dagførd og føroyskað

REVSILÓGIN: Á heysti 2015 samtykti Løgtingið at heita á landsstýrið um at dagføra og endurskoða revsilógina. Løgmaður hevur sett sjøtul á arbeiðið, og semja er nú um at dagføra alla revsilógina yvir fimm ár.

- Hetta er eitt sera umfatandi arbeiði, sum er tíðarkrevjandi, men vit meta tað vera av stórum týdningi at tillaga revsilógina til føroysk viðurskifti, og tí raðfesta vit hetta høgt, sigur løgmaður, Aksel V. Johannesen.
Revsilógin er býtt í tveir partar: Ein serligan part og ein almennan part. Í serliga partinum eru brotsverk so sum kynslig brotsverk, fíggjarbrotsverk og brotsverk ímóti almennum myndugleikum. Hesin parturin verður dagførdur fyrst, og í ár er ætlanin at dagføra hesar kapitlar: 

Kapittul 25: Brot móti lív og likam
Kapittul 26: Brot móti persónliga frælsi
Kapittul 27: At valda ónáðir og ærumeiðing (Freds- og ærekrænkelser)
Kapittul 28: Fíggjarbrotsverk
Kapittul 29: Serligar ásetingar viðvíkjandi løgfrøðiligar persónar

Síðani verður almenni parturin dagførdur, og hann fevnir um treytirnar fyri at revsa, til dømis aldur á brotsgerðarmanninum og ríkisborgaraskapur. Ætlanin er at vera liðugur við arbeiðið í 2021. 

Í sama viðfangi samtykti Løgtingið í gjár at herða lóggávuna um kynslig brotsverk, sum millum annað hevur hesar broytingar við sær: 
Persónur, sum er dømdur fyri seksuelt misbrúk av børnum, kann fáa álagt ikki at seta seg í samband við børn, sum viðkomandi ikki kennir, gjøgnum alnótina.

Reglurnar um neyðtøku verða víðkaðar til eisini at fevna um samlegu við ólógligum tvingsli og at útnytta eina hjálparleysa støðu hjá órættaða umframt samlegu við barn undir 12 ár.

Fyrningarfreistin fyri revsiábyrgd fyri seksuelt misbrúk av børnum byrjar frá tí degi, tá órættaði fyllir 21 ár. Hetta verður eisini galdandi fyri blúnisbrot av børnum undir 15 ár.

Kriminalisering av seksuellum sambandi við ættleidd børn verður síðustillað við seksuelt samband við biologisk børn.

Misbrúk av sinnissjúku, menningartarni ella hjálparleysari støðu hjá órættaða og grovt misbrúk av arbeiðsligum ella fíggjarligum bundinskapi verður víðkað til eisini at fevna um seksuelt samband í hjúnarbandi.