Rigmor Dam, landsstýriskvinnu um Beta files

Tekur tíð at útvega vitan á annan hátt, sigur landsstýriskonan m.a. í svarinum til Kára P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri.

Svar upp á fyrispurning nr. 17/2018 frá Kára Højgaard, løgtingsmanni, eftir Tingskipanini § 52a. Fyrispurningur um teldutøka savnið hjá Beta files, settur landsstýrismanninum í mentamálum, Rigmor Dam (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 

Fyrispurningurin er soljóðandi: 

1. Er nøkur gransking byrjað? 2. Hvørji stig hevur landstýrismaðurin tikið til tess at kunna um og seta gongd á granskingina og harvið fremja Løgtingsins vilja at byrja fiskivinnugransking í teldutøka tilfarinum hjá Beta files? 

Svar 

Til 1: Eg kann upplýsa fyri løgtingsmanninum Kára P. Højgaard, at  enn er eingin gransking byrjað á hesum øki. Vanligt er, tá ið peningur verður játtaður á løgtingsfíggjarlógini, at tá fyriliggja væl undirbygd skjøl, sum lýsa verkætlanina ella uppgávuna, sum játtanin verður veitt til. Í hesum máli fyriliggur bara tann upplýsing, at “endamálið við játtanini er at stuðla gransking í tilfari frá partafelagnum Beta um felagsins virksemi, sum er savnað og skrásett í meira enn 20 ár.” Nærliggjandi hevur tí verið at hugsa sum so,  at hetta arbeiðið kundi skipast undir onkrum av verandi játtanum á løgtingsfíggjarlógini eitt nú Fróðskaparsetrinum, Tjóðskjalasavninum ella undir Granskingarráðnum. Sum liður í fyrireikingunum hevur Mentamálaráðið sett seg í samband bæði við omanfyri nevndu stovnar og við tey, ið varða av Fiskivinnusavninum Beta.  

Til 2: Mentamálaráðið hevur arbeitt við málinum og roynt at funnið fram til eina gongda leið fyri, hvussu játtaði peningurin verður brúktur mest skynsamt, og hvussu henda gransking best verður fyriskipað. Tað er tó greitt, at tá ið so lítið upplýsandi tilfar fylgir við játtanini, má vitanin útvegast á annan hátt, og hetta kann taka tíð. Mentamálaráðið er ikki komið heilt á mál við hesum arbeiði, men roknað verður við, at uppskot til eina verkætlan, har fólk kunnu søkja um at fara undir gransking í nevnda tilfari, fer at fyriliggja í næstum. 

Vinarliga 

Rigmor Dam landsstýriskvinna