Royndir við skiljirist í troli
Mánadagin seinnapart kom Magnus Heinason aftur av royndartúri við skiljirist. Endamálið við royndini var at kanna, hvussu væl ristin skilir tosk, hýsu og upsa.
Á filmsupptøkum frá eina upsahálinum sæst, hvussu væl ristin skilir minna fiskin frá.
Upptøkutólið stendur aftan fyri ristina, so at ein sær, hvussu fiskur svimur út gjøgnum hana.