SALT-verkætlanin er eisini vinnulig

Í heyst fer Marin Helena Hentze vegna Sambandsflokkin á Christiansborg at kanna, um og hvussu cruise-vinna kann knýtast upp í komandi SALT-mentanarverkætlanina. Siktið er at víðka inntøkugrundarlagið undir SALT og at skapa fleiri inntøkur til Suðuroyar.


- Tað hevði undrað meg, um tað ikki ber til at gera SALT-verkætlanina í Suðuroy til annað og meira enn eina mentanarliga verkætlan. Her má eisini bera til at arbeiða vinnuliga og at samantvinna mentan og vinnu.** Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.


Viðmerking hansara kemur í sambandi við, at Marin Helena Hentze í heyst, vegna Sambandsflokkurin á Christiansborg, fer at kanna, um og hvussu cruise-vinna kann knýtast upp í komandi SALT-mentanarverkætlanina.


Marin Helena Hentze, sum er úr Vági, er lesandi í Keypmannahavn, á deildini hjá Ålborg Universiteti í danska høvuðsstaðnum. Hon lesur "Globale studier" og hevur m.a. fokus á ferðavinnu.


- Siktið er at víðka inntøkugrundarlagið undir SALT og at skapa fleiri inntøkur til Suðuroyar, sigur fólkatingsmaðurin, sum eisini er sonevndur goodwill-ambassadørur fyri SALT.


Edmund Joensen á Facebook:


www.facebook.com/christiansborg


Heimasíða:


www.edmundjoensen.fo