Sámal Tróndur fyribils leiðari á Landsbókasavninum
Tann 1. august tók Sámal Tróndur Finnsson Johansen við sum fyribils leiðari á landsbókasavninum, nú leiðarin seinastu 5 árini fer frá fyri aldur.
Fyribils setan hansara verður meðan eftirmeting av Søvnum Landsins, sum Fíggjarmálaráðið hevur sett í verk, verður gjørd. Ætlanin er at lýsa starvið leyst, tá eftirmetingin er liðug og støða tikin til hana.
Sámal Tróndur hevur drúgvar royndir sum leiðari og hevur eisini leiðaraútbúgving. Sámal Tróndur heldur fram sum leiðari á Landsskjalasavninum ta tíðina, hann er leiðari á Landsbókasavninum.