SAMAN BYGGJA VIT LAND
“Vit byggja land – okkara land”. Hetta var høvuðsboðskapurin, ið Ólavsøkurøðu løgmans. Hetta er eisini mál samgongunnar, og vit vilja byggja land grundað á 3 virðissúlur. Tí mál okkara er og verður, at skapa einar sjálvbjargnar, samhaldsfastar og tíðarhóskandi Føroyar fyri alt fólkið. Grundarlagið fyri at røkka hesum er ein sterkur, haldførur og sjálvbjargin føroyskur búskapur og varandi fólkavøkstur. Fleiri átøk verða tí framd frá Fíggjarmálaráðsins síðu fyri at røkka hesum komandi árið. Her skal verða greitt frá átøkum Fíggjarmálaráðsins komandi árið.
Tað gongur væl í Føroyum í dag.
Útflutningsvirðið er met høgt.
Lønargjaldingarnar eru met høgar.
Týðandi partar av vinnuni hava met avlop.
Inntøkur hjá landi og kommunum seta met.
Og okkara samlaða framleiðsla (BTÚ) er met høg.
Búskaparvøksturin er tí stórur – millum 5 og 6% í ár.
Samstundis er sera lágt arbeiðsloysi, og brúkaraprístalið er lækkað – harvið fáa fólk meira fyri hvørja krónu.
Ikki minst kunnu vit stórliga fegnast um, at fólkatalið í Føroyum veksur og er nú met høgt. Vit eru nú sera nær 50.000 íbúgvum.
Vit ynskja at henda gongd við fólkavøkstri, fleiri størvum og virðisøking heldur áfram, men samstundis mugu vit tryggja at søgan ikki endurtekur seg, og taka stig fyri at fyribyrgja, at búskapurin ikki gerst ov heitur. Har eru ávís vandatekin innan byggivinnuna vegna stóra íløguvirksemið. Eisini er fíggjarliga haldførið hjá landinum ikki gott yvir tíð.
Tí taka vit fylgjandi stig komandi árið og árini:
STYRKJA BÚSKAPIN OG FÍGGJARLIGA HALDFØRIÐ – Landsbanki, váðaráð, búskapargrunn, pensjóns- og skattanýskipan, búskaparsamskipan og vaksandi avlop
Landsbanki Føroya og Føroya váðaráð fyribyrgja fíggjarkreppur og styrkja búskapin
Nýggi Landsbanki Føroya og Føroya váðaráð verða stovnsett og skulu í felag virka fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum. Føroyar eru raktar av fleiri fíggjar- og búskaparkreppum seinastu áratíggjuni. Hesar hava kostað samfelagnum, fólkinum og vinnuni nógv, bæði tá ið umræður fíggjarlig virði, trivnað, sjálvbjargni og fólkatal. Fleiri stig verða nú tikin fyri at fyribyrgja, at søgan endurtekur seg. Landsbanki Føroya verður settur á stovn saman við Føroya váðaráði við endamálinum at virka fyri fíggjarligum støðufesti. Hetta fyri at virka fyri, at fyribyrgja framtíðar fíggjarkreppum, minka sveiggini í føroyska búskapinum og harvið styrkja búskapin.
Nýggi Landsbanki Føroya skal virka sum óheftur, almennur fíggjar- og greiningarstovnur og fer at virka sum skrivstova hjá Føroya váðaráði.
Búskapargrunnur Føroya gerast virkið búskaparamboð
Búskapargrunnur Føroya skal nú gerast virkið amboð at røkka einum meira støðugum, sterkum og sjálvbjargnum føroyskum búskapi, ið tekur hædd fyri bæði núlivandi og komandi ættarliðum. Partur av avlopi landskassans verður framyvir sett í Búskapargrunnin. 20% av avlopi landskassan upp til 200 mió. kr. og 50% av avlopi landskassans omanfyri 200 mió. kr. Nýggi Landsbanki Føroya fer at umsita Búskapargrunn Føroya vegna landið.
Pensjónsnýskipan skal nú fremjast í verki
Almannamálaráðið og Fíggjarmálaráðið arbeiða í tøttum samstarvi við at leggja til rættis eitt tilmæli til politisku skipanina um eina pensjónsnýskipan. Arbeiðið er sera umfatandi og viðger allar týðandi tættir í føroysku pensjónsskipanini. Umboð fyri allar politisku flokkarnar hava luttikið í pensjónsnýskipanarbólki síðani januar í ár, og í næstum verður uppskot til pensjónsskipan eisini lagt fyri partarnir á arbeiðsmarknaðinum til ummælis. Ætlanin er, at lógarpakki verður lagdur fyri løgtingið á heysti 2016.
Búskaparstýring og samskipan millum land og kommunur
Stig eru nú tikin til, at fremja betur búskaparstýring og samskipan millum land og kommunur. Orsøkin er, at bæði land og kommunur eru týðandi partar av føroyska búskapinum. Tí ber ikki til at fremja veruliga búskaparstýring, um partarnir ikki samstarva tætt. Fyrsti fundurin hevur verið við Kommunufelagið um møguligar loysnir hesum viðvíkjandi. Í øðrum londum verður fíggjarpolitikkurin hjá landi og kommunum samskipaður við avtalum partanna millum. Við javnbjóðis virðing og við áhugamálinum hjá landi og fólki í huga, fer at bera til at røkka eini góðari loysn. Land og kommunur í Føroyum hava áður gjørt avtalur sína millum um íløgukarm í árini 2000-2004.
Fíggjarlógin fyri 2017 – vísa varsemi
Fíggjarlógin leggur fíggjarligu karmarnar um alt virksemi landsins. Henda lóg er tí eitt av mest týðandi amboðum landsstýrisins til at fremja førda politikkin. Eftir 8 ár við halli, vísir fíggjarlógin fyri 2016 eitt avlop, og miðað verður eftir, at úrslitið á fíggjarlógini fyri 2017 gerst størri og verður 50 mió. kr. í avlopi. Samstundis verður dentur lagdur á, at halda aftur í rakstrarútreiðslunum, sum í mesta lagi skulu vaksa 1,8% í 2017. Hetta er samsvarandi samtyktu játtanarkørmunum fyri 2017. Í fíggjarlógini verða ætlandi fleiri øki raðfest fyri at røkka politisku málum landsstýrisins, so sum virðisøking innan fiskivinnu, játtan til fleiri serlæknar, hækkaður lestrarstuðul, heimtøka av útlendingamálum, fólkaatkvøða um stjórnarskipan, bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum, samferðsluútbyggingar v.m.
Játtanarkarmar fyri árini 2018-2022 – vaksandi avlop
Játtanarkarmarnir leggja yvirskipaðu fíggjarpolitisku karmarnar fyri landið og politikk samgongunnar. Innan hesar játtanarkarmarnar, ið fevna um umleið 5 mia. kr. á útreiðslusíðuni og tað sama á inntøkusíðuni, verður politikkur samgongunnar framdur komandi árini.
Arbeiði er sett í gongd at endurskoða játtanarlógina, herundir játtanarkarmarnar, so hesir í størri mun viðgera samfelagsbúskaparligu gongdina og búskaparpolitikk, og samtykkja yvirskipaðan karm fyri rakstur, íløgur og úrslit, heldur enn at fara í ov nógvar smálutir og niður á einstøku aðalráðini, sum í dag. Uppskot verður eftir ætlan lagt fram hesum viðvíkjandi seinni í heyst.
VARANDI FÓLKAVØKSTUR – skattanýskipan, hækkaður barnafrádráttur, fleiri bústaðir og talgilding
Skattanevndin og skattanýskipan
Umframt at hava veitt munandi skattalætta til lág- og miðallønt, á samanlagdar 137 mió. kr., frá 1. januar í ár, so eru stig nú tikin til, at endurskoða verandi skattaskipan sum heild. Føroyska skatta- og avgjaldsskipanin skal stuðla undir fólkavøkstur, sjálvbjargni og framgongd í Føroyum. Skattanevnd er tí sett at endurskoða verandi skipan og koma við tilmælum til eina skattanýskipan, ið eitt nú skal:
- tryggja fíggjarliga haldført inntøkugrundarlag hjá landi og kommunum,
- fremja eitt javnari býti av landsins virðum millum borgarar landsins,
- eggja fólki og vinnu at “velja” Føroyar,
- styrkja kappingarførið hjá vinnulívinum, og
- stuðla undir umhvørvisvinarliga og burðardygga atferð hjá vinnu og borgarum.
Fleiri fylgibólkar eru og verða knýttir at skattanevndini, eitt nú verða fylgibólkar fyri kommunur, fakfeløg, vinnulív, løgfrøðiliga skattaserfrøði, og eisini verður politiskur fylgibólkur knýttur at nevndini. Skattanevndin verður liðug við sítt arbeiði 1. juni 2017.
Lættari hjá smábarnafamiljum - hækkaðan barnafrádrátt fyri børn undir skúlaaldur
Fyri at stuðla undir størri fólkavøkstur og fyri at lætta fíggjarliga um hjá smábarnafamiljum hækkar landið barnafrádráttin fyri børn millum 0 og 6 ár við 2.700 kr. Barnafrádrátturin fyri børn undir skúlaaldur fer tí frá 1. januar 2017 úr 6.500 upp í 9.200 kr. árliga. 12 mió. kr. eru settar av í játtanarkarminum fyri 2017 til endamálið. Smábarnafamiljur eru tær, ið oftast eru fíggjarliga verst fyri, tí hetta er tíðarskeiðið í lívinum, tá útreiðslur til barnaansing og bústað eru hægst, samstundis sum foreldrini eru lutfalsliga nýggj á arbeiðsmarknaðinum og tí ikki eru í hægra endanum á lønarstiganum. Hetta átakið er tí eisini við til, at skapa javnari býti av virðum landsins.
Bústaðir – fleiri leigubústaðir og lestrarbústaðir
Eitt fjøltáttað útboð av bústøðum, serliga íbúðir til rímiligan kostnað, lestraríbúðir og bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum og tørvi, eru týðandi tættir í at skapa trivnað, fólkavøkstur og at lækka kostnaðarstøðið. Samgongan ynskir tí, at raðfesta hetta økið. Bústaðir er bústaðarpolitiska amboð landsins at røkka hesum máli. Fyri at geva Bústaðir møguleika at halda áfram við menningini, er ætlanin, at tað verður gjørligt hjá Bústøðum at útgeva lánsbrøv fyri at fáa fígging til vega. Hetta vil menna bæði føroyska bústaðarmarknaðin og føroyska fíggjarmarknaðin. Tí Bústaðir fær fígging, samstundis sum føroysk virðir kunnu – eitt nú í staðin fyri at verða sett í útlendsk realkreditlánsbrøv - verða sett í eitt slag av føroyskum “realkreditlánsbrævi” og menna føroyska bústaðarmarknaðin.
Talgildu Føroyar – undangonguland innan talgilding
Eitt av átøkunum at skapa fólkavøkstur eru Talgildu Føroyar. Tí henda verkætlan fer eitt nú at betra kappingarførið, skapa fleiri og betri tænastur, og skapa fleiri størv. Samgongan vil, at Føroyar skulu gerast undangonguland innan talgilding. Stór menning fer støðugt fram innan KT og talgilding, og um samfelagið ikki støðugt mennir seg á hesum økjum, er skjótt at gerast eftirbátur. Føroyar eru longu í fremstu røð á summum økjum. Eitt nú kunnu nevnast Talgilda Heilsuskipanin og Búskaparskipan Landsins. Í Føroyum er talgildingin tó í mestan mun farin fram á tann hátt, at einstøku stovnarnir hvør í sínum lagi hava ment sítt talgilda virksemi, heldur enn eftir eini yvirskipaðari ætlan og kós til frama fyri alt føroyska samfelagið. Landsstýrið hevur tí tikið stig til verkætlanina Talgildu Føroyar, ið er ein 5-ára menningarætlan fyri at skapa eitt talgilt undirstøðukervi í Føroyum og at talgilda almennar tænastur. Millum málini í verkætlanini eru at menna føroyska talgilda undirskrift (talgildan samleika) til allar føroyingar og føroyskar fyritøkur, stovnar v.m. Tá komið er á mál, skulu føroyingar kunna røkka øllum almennum og privatum talgildum tænastum umvegis egnan borgaraportal. Hetta fer at lætta um hjá fólki, vinnu og samfelagnum og at lata upp fyri nýggjum og betri tænastum.
TÍÐARHÓSKANDI SAMFELAG – felags lønarskipan, varskógvaraskipan, Grønari Føroyar og kappingarførar lógarkarmar
Eina felags almenna lønarskipan og varskógvaraskipan
Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum fer í samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum at gera uppskot til eina meira gjøgnumskygda, rættvísa og tíðarhóskandi lønarskipan fyri almenna geiran. Málið er, at størv í høvuðsheitum verða lønt í mun til førleikakrøv og ábyrgd. Hartil kunnu onnur serstøk atlit gera, at lønin verður ávirkað. Ætlanin er, at uppskot verður gjørt til eina felags almenna lønartalvu og lønarskipan. Ynskt verður hartil at styrkja rættindi og møguleikar hjá starvsfólki hjá tí almenna. Hetta verður gjørt við at seta á stovn felags varskógvaraskipan fyri starvsfólk í almennum starvi.
Einar grønari Føroyar - frá vektgjaldi til umhvørvisgjald
Málið er, at ár 2030 er øll elframleiðsla í Føroyum frá varandi orkukeldum. Fyri at gagnnýta hetta og til tess at eggja fólki at velja umhvørvisvinarligar loysnir, verða fleiri átøk framd. Eitt nú verða vektgjøldini av motorakførum umskipað til umhvørvisgjøld. Ætlanin er, at broytingarnar koma í gildi 1. januar 2017. Broytingarnar snúgva seg í høvuðsheitum um, at farið verður burtur frá verandi gjaldi, sum er grundað á vekt á motorakfarinum, til eitt meira umhvørvisgrundað gjald, sum er grundað á útlátið av CO2 frá akfarinum. Á henda hátt kunnu fólk lækka gjald sítt við at velja umhvørvisvinarligari bil. Fyri í enn størri mun at eggja fólki til at ogna sær el-bil, verður hartil tíðaravmarkað skipan sett í verk fyri el-bilar, soleiðis at fólk kunnu fáa afturborið part av avgjaldinum á bilin, samstundis sum hesir eisini verða heilt frítiknir fyri vektgjaldi/umhvørvisgjaldi komandi 4 árini.
Dagføringar í tonsaskattalóg, kapitalvinningsskattalóg og bankalóg
Fleiri aðrar betringar verða eisini framdar komandi árið, eitt nú fyri at geva vinnuni meira tíðarhóskandi karmar at virka innan. Ynskt verður at lætta um umsitingarliga hjá teimum feløgum, ið virka undir tonsaskattalógini, og verður dagføring av lógini løgd fyri Løgtingið hesum viðvíkjandi. Eisini er greitt, at kapitalvinningsskattalógin hevur tørv á endurskoðan. Í fyrsta umfari varð tó framd broyting viðvíkjandi exit-reglum í vár. Fyri at tryggja samsvar millum exit- og enter-reglur, verður uppskot til dagførdar enter-reglur lagt fyri Løgtingið. Skulu Føroyar hava javnbjóðis fíggjarlóggávu sum onnur lond, ið vit samanbera okkum við, er neyðugt við støðugum dagføringum av bankalóggávuni (Lov om finansiel virksomhed), og verður uppskot hesum viðvíkjandi væntandi lagt fyri Løgtingið í heyst.
Sanniliga byggja vit land.
Við hesum átøkum – og saman við øllum teimum átøkum, ið øll hini landsstýrisfólkini arbeiða við, eitt nú fiskivinnunýskipan, nýggjar útbúgvingar, fleiri heimtøkur, menningarætlan fyri heilsuverkið og fólkaatkvøðu um stjórnarskipan – taka vit risa fet móti einum enn meira sjálvbjargnum, samhaldsføstum og tíðarhóskandi Føroyum.
Ólavsøkan er hátíðin, har vit øll standa saman um okkara tjóð og land. Tað skal vera mín vón, at vit komandi árið - eisini á Løgtingi - fara at standa saman um fleiri av teimum átøkum, ið standa fyri framman.
Vit vita øll, at fleiri av stóru átøkunum fyri framman byggja á herðarnar á undanfarnum samgongum – nevnast kunnu eitt nú pensjónsnýskipan, fiskivinnunýskipan og Stjórnarskipan Føroya. Tíðin er komin til, at fremja hesi mál í verki.
Ikki tí tað er lætt, men tí tað er rætt.
Latið okkum standa saman um at røkka á mál við hesum.
Latið okkum saman byggja land.
Á Løgtingi, 3. august 2016
Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum