Sambandsflokkurin tryggjar fullveldi áðrenn Tjóðveldi

Tað má vera ein ringur kamelur at slúka, og eitt rættiliga stórt paradoks, at Sambandsflokkurin er fremri við at gera Føroyar sjálvbjargnar, enn  Tjóðveldi, nakrantíð hevur verið.
 
Dan Klein, journalistur, Valevni hjá Framtakið, listi K:

Endamáli hjá Tjóðveldi, sýnist ikki at vera fullveldi. Fullveldi fyri hendan flokkin er bara fyri at skapa eina polariserisering, ein front, sum er vendur í móti Sambandsflokkinum, men hetta er bara spæl fyri gallerínum, og hevur einki annað endamál enn at skapa eina illusjón, eitt fatermorgana hjá teimum, sum eru freistaði av tankanum um einar frælsar Føroyar.

Veruliga freistingin hjá hesum flokki eru  milliónirnar úr danska ríkiskassanum. Tað ber til at halda flokkinum á hesi kósini, tí, sum kommunulæknin, ið flýggjaði úr Tjóðveldi, yvir í Fólkaflokkin, segði á veljarafundi. “Flokkurin var toppstýrdur”. Vildi ikki broyta kós. Sjálvstýrarin tevjaði milliónirnar, og maktin lá við fótin á ælaboganum, sýnist toskatrúgvin at ganga uppá.

Tjóðveldi svimur í danska ríkiskassanum
Samstundis, sum Tjóðveldi, er í hesum “dýnubardaga”, svimur flokkurin í danska ríkiskassanum, og hevur ikki minstu hóming av hvussu komast skal burturúr aftur “hylinum”. Tey svmja í siroppi, sum tey hava fingið rættiligan smakk fyri.

Danir gjalda Tjóðveldinum, og øllum teimum stóru flokkunum fleiri milliónir fyri hetta valstríð. Hetta kemur so aftrat tí, tey sjálvi hava atkvøtt niður í egnan kassa herheima.

Sannleikin er bara tann, at Sambandsflokkurin hevur arbeitt meira miðvíst fyri at gera Føroyar burðardyggar, og tað størsta bragdið framdi hesin flokkurin við Kaj Leo Holm Johannesen, sum løgmanni í samgonguni undan henni, sum nú fór frá, uttan at hava sett onnur spor eftir seg, enn at renna undan ábyrgd.

Tað kunnu vit koma aftur til.

Tá Kaj bjargaði føroyingum týdningarmiklan sáttmála við russar
Tá Europeiska Samveldi (ES), fekk Russland í rangastrupan, og gav Danmark harraboð, at boykotta bjørnina. Kravið var, at onki limaland skuldi selja russum fiskaúrdráttir, men Kaj Leo Holm Johannesen, lat seg ikki ræða av donsku hóttanunum, og fór persónliga til Russland, og skrivaði undir ein sáttmála um makrelin og sildina.

Hetta fekk ikki bara danskar uggafjarðar at reisa seg. Vit upplivdu at føroyski fólkatingslimurin, Sjúrði Skaale, leyp á bláman fyri danir. Knappliga var hesin føroyski javnaðarmaðurin umboð hjá dønum í makrelstríðnum í móti føroyingum. Spyrjast kann, hvat hulens hesin maðurin vil í hesum valstríðnum. Hann hevur langt síðani valt føroyingar frá, og danir til.

Tað sá og sær ikki pent út.

Men hvørki Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, ella táverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, úr Fólkaflokkinum, lótu við seg koma av hesum kritikkinum frá dønum, ígjøgnum Sjúrða Skaale. Teir hildu fast um avtaluna við russar, sum bjargaðu føroyska búskapinum.

Teir vóru sannar hetjur í makrelstríðnum, meðan sokallaðu fullveldisflokkarnir í andstøðu, sótu á sínum hondum og gjørdu onki.

Uttan mun til hvussu góðir ella ringir hesir flokkar eru hvør móti øðrum, liva teir av at knúlva hvønn annan, sjálvt um tað hevði verið nógv lættari at tikið upp ein konstruktivan dialog.

Men hendan tvørrandi viljan til samstarv tvørtur um floksmørk hevur at gera nakað við innbygd DNA. Flokkarnir mugu profilera seg, og skapa sær frontar, sum ikki kunnu flytast, so tað skal síggja út av nøkrum, tó at talan er um tað reina bluff.

Er tíðin ikki komin til at prika hol á ballónina
Í dag hevur javnaðarflokkurin ikki SOSialmál, sum fremsta mál. Tey dyrka í dag heldur tað akademiska umhvørvi, mæta hesar einglar, sum kosta ófatiliga nógv, tí tey blíva ongantíð mett. Her eru fleiri atkvøður at vinna, enn at hjálpa teimum gomlu, sjúku, og neyðstøddu.

Úrslitið er, at tey gomlu, veiku, pensionistarnir, og onnur, sum veruliga treingja til eina hjálpandi hond, fáa onki. Hetta verður sagt at vera so fast gróðursett í Javnaðarflokkinum, at flokkurin kann ikki yvirliva uttan neyð og elendigheit, og er neyðin ikki til staðar, so skapa tey neyðina, sum er eksistensgrundarlagið hjá flokkinum, sum í veruleikanum onki ger til bata fyri tey við ringastu korum.

Flokkurin skræddi t.d. stórt petti av grundarupphæddini til Fólkapensjónina. Fidusurin var, at leggja nakað afuríaftur sum “plástur” sárið, so tað skuldi síggja út, sum um pensionistarnir fingu meira, men veruleikin var, at við einari minni grundarupphædd, kundi javnaðarmenn, tjóðveldi, og framsókn, brandskatta tey gomlu til størri neyð, og elendigheit.

Soleiðis koyrdu Javnaðarflokkurin,  og Tjóðveldi samfelagið lúkst á heysin í áttatiárunum. Gjørdu onki fyri at rætta skútuna í nítiárunum, ella í nullunum. Harvið skaptu flokkarnir størri neyð og elendigheit.

Hetta hevur kosta dýrt fyri tey undir fátækramarkinum, teimum gomlu, heimleysu, tí tá var bara eftir, at løna løgtingsmonnum, sum sanniliga eisini skuldu hava sínar pensiónir.

Her flýtur alt. Tað einasta hesir flokkar hava tryggja sær er lønarvøkstur til egnar búkar, og pensjónir, ið hanga, sum ballónskip á himmalhvølvinum.

Er ikki tíðin komin at prika hol á ballónina?!

Sannleikin er tann størsti fíggindin hjá teimum etableraðu flokkunum
Hesir flokkar ræðast sannleikan, ið  er tann størsti fíggindin hjá hesum flokkum, men  lygnin er sum vinarbamsan, flokkarnir balla seg við. Lat okkum byrja við at geva teimum sannleikan millum eyguni:

Sambandsflokkurin tryggjar sostatt fullveldi, áðrenn Tjóðveldi, og sosialmál hava ongan góðan í løgtinginum.

Royn nakað annað.

Vel Framtakið.

Dan Klein