Samlaða tøkan av alilaksi knapt 78 tús. tons í 2019

Havbúnaðarfelagið ger hvørja viku upp tøkuna av føroyskum alilaksi og almannakunnger hana á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo.
 
Nú samlaða tøkan av alilaksi fyri 2019 er gjørd upp, gjørdist úrslitið, at føroyskur havbúnaður í fjør framleiddi 77.863 tons í kruvdari vekt.
 
Hetta er væl meir enn í 2018, tá framleiðslan var umleið 65 tús. tons og eisini meira enn í 2017, tá framleiðslan var uml. 71 tús. tons.
 
Samlaða talið av tiknum laksum var tó eitt vet minni í 2019 enn tað var í 2017, men ein hægri miðalvekt hevur haft við sær, at samlaða tøkan gjørdist størri í vekt.
 
Miðalvektin í 2019 var 5,45 kg., og er tað eisini væl betri enn miðalvektina í 2018, sum var 4,87 kg. og miðalvektina í 2017, sum var 4,89 kg.
 
Samlað yvirlit yvir tøkuna kann síggjast her.