Samráðingar um norðhavssild í London

Sendinevndirnar hjá strandarlondunum sessast aftur við samráðingarborðið at tingast um norðhavssild í London í morgun 16. oktober 2013 klokkan 10.00 og halda fram við tingingunum til seinnapartin fríggjadagin.


Á samráðingunum millum strandarlondini um norðhavssild skal støða takast til eitt nú hesi vandamál:


Vísindaliga tilráðingin frá ICES fyri fiskiárið 2014


Fiskiskapurin eftir norðhavssild fyri fiskiárið 2014


Uppskot til at seta á stovn vísindaligan verkabólk, ið skal savna saman í frágreiðing til 1. oktober 2014, tilfar frá 1995 til 2013 viðvíkjandi havlívfrøðiligum rannsóknum og fiskiskapinum eftir norðhavssild.


Føroyska samráðingartoymið, Sendistovan í London og Felagið Nótaskip manna føroysku sendinevndina til samráðingarnar um norðhavssild millum strandarlondini.