Savnsfagnaður í heystfrítíðini

Heystfrítíðin er í døgunum 14. til 18. oktober og á Tjóðsavninum gleða vit okkum at bjóða tykkum vælkomnum á Savnsfagnað. 

Ársins Savnsfagnaður er á tremur við kappingum, framsýningum og spennandi upplivingum fyri alla familjuna til dømis granskarasøgum, sangi, Kahoot! og Virtual Reality og nógvum øðrum … 🤓🐑🎶🎙️👓🔬
Opið er hvønn dag millum kl. 11.00 og 16.00 og skráin er fylt við tilboðum til bæði børn og vaksin. Ársins evni er “samskifti” og allar framsýningar, upplivingar og uppgávur eru tengdar at hesum evni. 










LES MEIRA