Selmar av Vollanum: FA snýtti TAKS

Perla: Nú er málið fyrnað.

Limirnir í FA, sum fram til mai 2006, ikki betaltu skatt av lívstrygging, fingu heldur ikki 20 milliónir í feriuløn, sigur Selmar av Vollanum. Oyggjatíðindi hevur í fleiri ár fylgt hesum málinum, sum verður mett at vera sera prinsipielt fyri limirnar í Føroya Arbeiðarafelag.

Úr arkivinum hjá Oyggjatíðindum, 2. november 2012:

Hendan gølan byrjar tá Selmar av Vollanum, sum limir í Føroya Arbeiðarafelag, fær at vita, at hann ov gamal til at vera umfataður lívstryggingarskipanini hjá FA.
Hetta finnur fuglfirðingurin seg ikki í, og so byrjar bardagin um at fáa síni rættindir.

Selmar av Vollanum gongur so langt sum til at siga, at tað er í lagi, at hann ikki skal vera umfataður lívstryggingarskipanina, men so vil hann bara hava peningin aftur, sum hann er trektur fyri av arbeiðsgevara.

Ikki talingur um, sigur FA, Ingeborg Vinther, formaður, sum hevði fullan stuðul í advokatinum, Páll Nielsen.

Men Selmar av Vollanum førir fram, at hann  hevur krav uppá pengarnar, tí limirnir í FA eiga lívstryggingina.

Nei, sigur fakfelagið.

Selmar av Vollanum, velur tí at stevna eftir sínum kravi og rættin til egna lívstrygging, sum hann var trektur fyri líka síðani 1990.

Í rættinum staðfestir dómarin, at limirnir í Føroya Arbeiðarafelag eiga ikki sína egnu lívstrygging, og at Selmar av Vollanum tí heldur ikki hevur nakað krav í móti FA.

Hann tapir sakina.

Men tað prinsipiella við hesum dóminum er so, at inngjaldið, sum er tikið frá øllum limum, er tikið beinleiðis av lønini, uttan fyrst at verða skattað.

Hetta er annars eitt krav við slíkari trygging, og samlaða upphæddin er eisini risa stór, sum ikki hevur verið til skattingar.

Samanlagt eru limirnir í FA trektir fyri 130 milliónir, og danska tryggingarfelagið, Alka, fær at vita frá FA, at limatalið er 3.400 , ið eru knýtt at tryggingarskipanini.

Upphæddin, sum ikki er goldið skatt av, svarar til 60 milliónir. Talið kann vera nógv størri, sigur Selmar av Vollanum.

Tað undarliga hendi áðrenn dómin 29. oktober 2007, at knappliga hevði FA broytt mannagongd í sáttmálanum, galdandi frá mai 2007. Nú hevði FA fingið kaldar føtur, og trekkir ikki limirnar fyri lívstryggingargjaldið fyrr enn aftaná goldnan skatt, men tigur um broytingina undir dómsviðgerðini.

Nú hevur Selmar av vollanum fingið staðfest, at hann eigur onki í lívstryggingini, sum tó stendur í stórari andsøgn við, at hann eftirfylgjandi fer til arbeiðis, men nú verður kravdur at betala skatt av lívstryggingini, sum hann við dómi hevur fingið staðfest, at hann onki eigur í.

Selmar av Vollanum, velur at meldað FA fyri skattaundandrátt. Tað ger hann í skrivi, dagfest 10. februar 2008, men synd at siga, at nakað er komið burturúr, tó at Selmar hevur útflýggja skjøl, og eisini sagt seg til reiðar at koma á fund við Taks.


Selmar av Vollanum hevur verið tolin, tí í februar 2009, hevði hann í meira enn eitt ár,  onki hoyrt frá TAKS. Hann velur tí at senda nýtt skriv, dagfest 10, februar 2009, meira enn eitt ár síðani hann meldaði málið, sum kann gevur landskassanum munandi av pengum.

Hann skrivar m.a. soleiðis:

Gjørt verður vart við, at undirritaði  10. Februar 2008, sendi táverandi Toll- og Skattstovu Føroya (TAKS), bræv, har Føroya Arbeiðarafelag varð klagað og meldað fyri skattaundandrátt og skattasvik við lívstryggingarinngjaldinum hjá limunum.

Havi ikki enn fingið skrivligt svar uppá áheitan mína.
Undirritaði vísti til fleiri greinar í bløðunum um álvarsomu støðuna. TAKS hevur váttað, at lívstryggingin er persónlig og fylgir liminum, og at inngjøldini skulu skattast.

TAKS hevur skrivað soleiðis um samlagstrygging, ið er ein lívstrygging:

“Ein samlagstrygging er ein lívstrygging, ið verður stovnað fyri fleiri persónar.
Hetta er ein váðatrygging uttan uppsparing og uttan afturkeypsvirði. Ofta verður ein samlagstrygging teknað av arbeiðsgevara ella av yrkisfelag.”

Tað er sostatt ongin ivi um, at limirnir eiga tryggingina, men hetta er ikki tað, sum dómurin sigur!?

- Sum víst á í brævinum 10. Februar 2008, er tað prinsipiella í málinum, at FA, saman við arbeiðsgevarunum hevur stýrt inngjaldinum til lívstryggingina uttanum føroysku skattaskipanina, heilt fram til 1. Mai 2007, tá ið høvuðssáttmálin verður broyttur, soleiðis at øll inngjøld til lívstryggingina verða skattaði frá hesum degi, skrivar Selmar av Vollanum, m.a. í brævinum til TAKS, og seinast vit frættu frá Selmar av Vollanum, var boðskapurin tann sami:

FA snýtti...

- Taks hevur verið tigandi... Líka til nú Taks staðfestir í innlitsbøn, at Taks er snýtt, men at málið er fyrnað.