Semja um handverkarasáttmálan

Seinnapartin í dag góðtóku Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag øðrumegin og Landsfelag Handverkaranna og Føroya Handverkarafelag hinumegin semingsuppskotið, sum Terje Sigurðsson, semingsmaður, legði fram.

Semingsmaðurin, Terje Sigurðsson, legði seinnapartin í dag semingsuppskot fram til partarnar til støðutakan og stutt eftir góðtóku partarnir uppskotið.


Lønarhækkingin er:

                            

1. oktober 2018        2,59%

1. oktober 2019        2,56%


 


Umframt lønarhækking er viðbótin fyri 3. ára starvsaldur hækkað til 2,5%.


Umframt hækking av løn og viðbót fyri starvsaldur, eru tillagingar gjørdar av dagligu arbeiðstíðini, sum er víðkað 1 tíma soleiðis, at til ber at arbeiða til vanliga løn frá kl. 06.00 á morgni til 18.00 á kvøldi. Hetta merkir, at tímin millum 06.00 og 07.00 á morgni nú kann arbeiðast fyri vanliga løn heldur enn fyri 100% í yvirtíð.


Yvirtíð verður tó altíð goldin eftir 8 tíma arbeiðsdag. Lærlingasáttmálin er broyttur soleiðis, at lærlingar 3. og 4. árið fáa eina lønarhækking umframt, at eftirlønin hjá lærlingum er hækkað frá 7,5% til 13%.


 


Karmurin er sostatt 5,82%, sum er á sama støði, sum aðrar semjur í hesi samráðingarrunduni.


 


Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag fegnast um, at eftir drúgvar samráðingar er komið á mál, og serliga at arbeiðstíðin við hesi semju er vorðin meira fleksibul.