Semja um hvílutíðina á Smyrli


HVÍLUTÍÐ: Starvsmannafelagið og Strandferðslan hava gjørt semju um hvílutíðuna hjá manningunum umborð á Smyrli, sum eru limir í Starvsmannafelagnum. Felagið fegnast um, at lønin verður óbroytt og at verkfalsrætturin óskerdur.


Strandferðslan og Starvsmannafelagið hava gjørt avtalur fyri dekkararnar, kokkarnar og tey, sum arbeiða við catering umborð á Smyrli. Avtalur, sum merkja, at nýggju reglurnar um økta hvílutíð hjá sjófólki nú kunnu setast í verk.


Frammanundan hevur Standferðslan avtalur við manningarfeløgini, og nú avtalurnar við Starvsmannafelagið eisini eru komnar upp á pláss, kunnu reglurnar um økta hvílutíð, sum ásettar við kunngerð frá 2012, setast í verk umborð á Smyrli.


Nøgdir við avtaluna


Fyri at fáa kabaluna við hvílutíðini at ganga upp kunnu manningarnar, sum eru limir í Starvsmannafelagnum skeiða út tríggjar ferðir um samdøgrið. Tað merkir, at hvílutíðin kann verða býtt sundur í trý hvílutíðarskeið um samdøgrið.


Hvílitíðin verður hildin meðan skipið siglir millum Tvøroyri og Havnina, og avtalan merkir, at fólk verða ikki drigin í løn meðan tey hvíla.


Tað vóru Súni Selfoss, næstformaður í Starvsmannafelagnum og Niels á Reynatúgvu nevndarlimur, sum samráddust fyri Starvsmannafelagið. Og teir eru nøgdir við semjuna.


- Hetta var í stórum tað vit høvdu vónað at fingið burturúr. Eingin fer niður í løn, 7-daga vikan verður varðveitt og vit hava ikki latið verkfalsrættin frá okkum. Tað kundi ikki verið stórt betri, sigur Súni Selfoss.


Altjóða krøv


Kunngerðin um økta hvílitíð fyri sjófólk kom í gildi í 2012 eftir altjóða krøvum.


Strandferðslan gjørdi avtalur við manningarfeløgini um hvílutíðina undir sáttmálasamráðingunum seinasta heyst.


Umframt Smyril fáa nýggju hvílitíðarreglurnar eisini ávirkan á hvílutíðina hjá teimum, sum sigla við Teistanum. Og avtalur eru longu gjørdar fyri limirnar hjá Starvsmannafelagnum, ið sigla við Teistanum.


Sostatt kunnu nýggju reglurnar um hvílutíð nú endaliga setast í gildi fyri strandfaraskipini.