Semja undirskrivað við Føroya Pedagogfelag

Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag hava fyri løtu síðani gjørt semju um at endurnýggja sáttmálarnar partanna millum. Talan er um eitt sáttmálaskeið á 2 ár – galdandi frá 1. oktober 2013 til 1. oktober 2015.


Tann 1. oktober 2013 hækka mánaðarlønirnar við 190 kr. og 0,9%.


Tann 1. oktober 2014 hækka mánaðarlønirnar við 1,9%.


Í semjuni hava partarnir eisini gjørt aðrar avtalur, harímillum kunnu vit nevna:


- at vaktargjøldini frá 1. oktober í 2013 verða roknað sum fast prosent av tímalønini á stig 11.


- at flokkingarmál, sum ikki eru liðug, verða avgreidd innan 1. mai í 2014.


- partarnir hava gjørt nýggjan lønarflokk til leiðarar á teimum størstu kommunalu dagstovnunum.


Umframt omanfyristandandi hava partarnir eisini gjørt avtalu um fráboðanarform og fráboðanarfreist. Í avtaluni er staðfest, at fráboðan um arbeiðssteðg, eisini samhugaarbeiðssteðg, skal verða skrivlig og latin mótpartinum minst 48 tímar frammanundan. Roknað verður frá midnátt.** Sí annars hjáløgdu semju og avtalu partanna millum.


Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tann 15. januar 2014.