Sjálvandi skal Samhaldsfasti teljast við

Almennu rakstrarútreiðslurnar hjá landinum eru
øktar meira enn 7 prosent síðani fíggjarlógin fyri 2018 var løgd fram fyri
einum ári síðani. Tað er ein so stórur vøkstur, at tað fer at skapa álvarsligar
trupulleikar, tá inntøkurnar aftur fara at minka.



Stóra kjakið undir viðgerðini av
fíggjarlógaruppskotinum hevur verið, um útreiðslurnar í Samhaldsfasta skulu
teljast við, tá uppgjørt verður, hvussu nógv almennu útreiðslurnar eru vaksnar,
men har kann eingin ivi vera um, at tær eiga at verða taldar við.



Tinglimir hjá samgonguna hava ført fram, at
Samhaldsfasti hevur ongantíð verið taldur við í almennu útreiðslunum, so hví
skal hann teljast við nú?



Svarið er einfalt: Tá Samhaldsfasti var settur
á stovn í 1991 var hann ikki roknaður sum partur av sjálvari fólkapensjónini.
Hann skuldi einans vera eitt ískoyti, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum
sjálvir rindaðu. Tí var tað natúrligt, at hann ikki varð taldur við á
fíggarlógini.



Men við tíðini er gjaldið inn og út úr Samhaldsfasta
vaksið, og við nýggju pensjónsskipanini bleiv leikluturin hjá grunninum
broyttur. Nú er hann ikki bara eitt ískoyti til pensjónina, men nú er hann
sjálv pensjónin. Landskassin sparir harvið eina stóra útreiðslu á fíggjarlógini
við at flyta ein part av gjaldinum yvir í Samhaldsfasta, og harafturat skulu
bæði tey sum rinda inn í Samhaldsfasta og tey sum fáa út úr honum rinda skatt
til landskassan. Landskassin sparir útreiðslur og fær eisini dupultan skatt!



Tí kann eingin ivi vera um, at tá roknað
verður út hvussu nógv almennu rakstrarútreiðslurnar eru øktar, so eigur
útreiðsluvøksturin hjá Samhaldsfasta at telja við. Annars fáa vit eitt
misvísandi tal.

Helgi
Abrahamsen