SJÁLVSTÝRI Í MENNING Í SUÐUROY

Mikukvøldið var stovnandi aðalfundur av Suðuroyar Sjálvstýrisfelag, og karmarnir um fundin finnast neyvan betri: SALT í Drelnesi.

Stovnanin av Suðuroyar Sjálvstýrisfelag er ein týðandi partur av, at Sjálvstýri brynjar seg til nýggjar tíðir og avbjóðingar.

Fyrireikararnir vóru ovfarnir av góðu uppmøtingini, og við eitt høgg fekk Sjálvstýri 32 nýggjar aktivar limir.

Viðtøkurnar fyri Suðuroyar Sjálvstýrisfelag vóru einmælt samtyktar, og í fyrstu nevndina komu: Snæbjørn Bærendsen, formaður, Froðba, Jógvan Midjord, næstformaður, Hov, Hans C. Poulsen, kassameistari, Hvalba, Jónhild Nybo, skrivari, Trongisvágur og Haldis Michelsen, nevndarlimur, Froðba. Tiltakslimir eru Niels Hammer, Hov og Jákup Ludvig, Hvalba.

Tað verða Snæbjørn Bærendsen, sum verður fastur limur í landsnevndini og Hans C. Poulsen er varalimur í landsnevndini.