Sjónligari rundkoyring í Sandavági

FERÐSLUTRYGD: Sum nakað nýtt í Føroyum hevur Landsverk í dag lagt reytt termoplast á rundkoyringina í Sandavági. 

Endamálið við at gera rundkoyringina í Sandavági reyða er at fáa hana so sjónliga sum til ber, soleiðis at tey koyrandi síggja hana í góðari tíð og koyra hareftir.

Reytt termoplast, ið er lagt á asfalt, verður nógv nýtt í okkara grannalondum til bæði rundkoyringar, bungur, gonguteigar og eisini til eitt nú súkklubreytir.