Sjóvarmál 2015 komið!



Ársritið hjá Havstovuni, sum við orðum og myndum lýsir stóran part av virkseminum seinasta árið, er nú komið. 

Nakrir fastir tættir eru, so sum tilmælið fyri hetta fiskiárið (byrjaði 1. september 2015) og lýsing av verkætlanum, sum eru í gongd júst nú.

Eisini er skrivað um leiklutin hjá makreli á Landgrunninum, um ávirkan av troling á botnfisk, um El Niňo/La Niňa og tosk, um streymmáting úr fylgisveini og annað.

Sjóvarmál 2015 kann lesast sum pdf’ur her á heimasíðuni ella fáast sum bóklingur við at venda sær til Havstovuna.

Sjóvarmál:
http://www.hav.fo/PDF/Ritgerdir/2015/Sjovarmal2015.pdf