Sjúklingurin skal kenna seg tryggan

Krabbameinsfelagið frætti um miðjan november, at Landssjúkrahúsið fór at gera broytingar í viðgerðargondini hjá teimum, sum hava ella hava havt bróstkrabba. Vit frættu tað ikki frá Landssjúkrahúsinum, men aðrar vegir. Serliga frá ørkymlaðum sjúklingum.
 
Felagið setti seg í samband við stjóran á Landssjúkrahúsinum, sum beinanvegin fekk kunnandi fund í lag millum sjúkrahúsið, landsstýriskvinnuna í heilsumálum og Krabbameinsfelagið.
 
Fundurin var 30. november, hósdagin í síðstu viku. Tá ið fundurin var av, var greitt, at Landssjúkrahúsið ætlar, at viðgerðargongdin, sum hon er nú, verður broytt. Landssjúkrahúsið er í samráðingum um aðrar loysnir, men tað bar ikki til at fáa greitt at vita, hvussu tær fara at verða skipaðar og hvar. Landssjúkrahúsið ætlar at fáa avtalu um, at tey, sum eru í eini viðgerðargongd, halda fram á sama hátt sum nú. Tó var greitt, at slík avtala er ikki komin í lag enn.
 
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ófriður er í sambandi við bróstkrabbviðgerðina. So seint sum á heysti í 2016 var eisini ófriður. Tað er stak óheppið og skapar óneyðugan ótta millum sjúklingar og avvarðandi. Krabbameinsfelagið átalaði tá og átalar aftur nú, at Landssjúkrahúsið hevur slíkt arbeiðslag.
 
Tá ið Landssjúkrahúsið ger av, at onnur avtala skal verða gjørd, so má og skal Landssjúkrahúsið tryggja sær, at nýggja avtalan er minst líka góð, sum galdandi avtala. Landssjúkrahúsið skal leggja skiftið soleiðis til rættis, at sjúklingurin ongantíð merkir tað sum eitt afturstig. Eingin ivi skal vera um, hvussu mannagongdin er í skiftinum og eisini eftir skiftið.
 
Í Føroyum skulu vit fáa sjúkuviðgerð, sum er á sama stigi sum í okkara grannalondum, og bíðitíðin skal vera so stutt, sum yvirhøvur til ber. Samstarvið, sum føroyska heilsuverkið hevur við onnur, skal vera so væl skipað, at sjúklingurin altíð kennir seg at vera í góðum hondum og eisini veit, hvar hann kann venda sær. Alt samdøgrið.
 
Tær, sum hava verið í viðgerð fyri bróstkrabba seinnu árini, hava kent seg at vera í góðum hondum, bæði fakliga og eisini, tá ið talan er um umsorgan.
 
Vit heita staðiliga á heilsuverkið at arbeiða soleiðis, at tað eisini verður soleiðis í tíðini, sum kemur. Fyri tey, sum eru í viðgerð fyri bróstkrabba, og eisini fyri allar aðrar sjúklingar í føroyska heilsuverkinum.