Skattapolitikkur avgerandi fyri búskaparvøkstur

 Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tó,
at skattakjakið í nógv størri mun eigur at snúgva seg um, hvussu skattaskipanin
kann viðvirka til at skapa størri vøkstur í føroyska samfelagnum. Vit eru í
einari støðu, har útlit eru til lágan búskaparvøkstur í heiminum tey komandi
árini, og í einari slíkari støðu eru tað londini við teimum bestu karmunum fyri
vinnulívið sum vinna, og londini við teimum vánaligastu karmunum sum tapa
kappingina um at skapa búskaparvøkstur í teirra landi.



Tað er tí margháttligt, at tað í Føroyum
í fullum álvara verður skotið upp at leggja størri skatt á vinnulívið,
samstundis sum einki greitt boð er uppá at loysa trupulleikarnar við einum sera
høgum marginalskatti á arbeiði.



Tað verður ført fram, at vit hava ein
av teimum lægstu partafelagsskattunum í vesturheiminum. Tað er rætt at
partafelagsskatturin liggur í lægra endanum, men samstundis er
kapitalvinningsskatturin millum teir allarhægstu í øllum heiminum. Hetta
merkir, at um virkiseigarar skulu gjalda sær sjálvum vinningsbýti frá virkseminum
hjá fyritøkuni, verður hetta útgjald skattað munandi hægri enn í flest øllum
øðrum londum. Tí ber ikki til at meta um partafelagsskattin uttan samstundis at
meta um kapitalvinningskattin.



Fakta er, at Føroyar hava hægsta MVG
í heiminum, hava millum hægstu marginalskattir á løn og hava millum hægstu
kapitalvinningsskattir í heiminum. Harumframt eru eisini onnur avgjøld millum
tey hægstu í heiminum, herundir lønhæddaravgjaldið.



At leggja fleiri skattabyrðar á
vinnulívið í slíkari støðu fer at gera tað sera torført at kappast, nú
marknaðarstøðan komandi árini eftir øllum at døma verður sera avbjóðandi.



Eitt sterkt vinnulív er fortreytin
fyri einum sterkum samfelagi. Uppgávan hjá tí almenna er at tryggja, at
føroyska vinnulívið hevur so góðar umstøður at taka ímóti komandi avbjóðingum
sum gjørligt. Tað er hetta, sum skattapolitikkurin eigur at snúgva seg um.