Skattatrýst

Nú verður nógv gjørt burtur úr skattatrýsti. Andstøðan heldur, at skattatrýstið á tær lágu inntøkurnar er ov høgt. Landsstýrið heldur, at hetta trýst er minkað.

Felags fyri báðar partar er, at vansin er, at tølini fyri tjóðarroknskapin í Føroyum eru ov vánalig. Hetta hevur verið skilið yvirhøvur síðan danska stjórnin 22. mars 1848 breyt allar tær fólkarættarligu skyldurnar teir høvdu til at lata okkum stýra okkum sjálvum. Síðani hava teir sæð til, at vit ikki skulu vita hvussu stendur til hjá okkum. 

Einasti glotti í hesi sorgarsøgu er tíðarskeiðið, tá sjálvstýrislandsstýrið setti búskaparráðið á stovn. Tá fingu vit nøkur dugnalig fólk, sum dugdu at seta upp ein tjóðarroknskap. Í fleiri ár bar til at síggja, hvussu stór heildarinntøka samfelagsins var. Men hetta fekk ein bráðan enda um 1980. Teir sum stýrdu vildu ikki loyva búskaparráðnum at gera álítandi hagtøl, og úrslitið var hareftir, tí 6. oktober 1992 fóru Føroyar á húsagang til mikla frøi fyri donsku stjórnina og ørindasveinar hennara her á landi. Fólk í túsundatalið noyddust at flyta av landinum fyri at sleppa undan tí neyð, sum danska stjórnin gjørdi okkum. 

Framvegis hava vit einki haldgott taltilfar um hvussu stendur til hjá okkum. 

Tí vita myndugleikar okkara ikki at svara fyri hvat skattatrýstið á láginntøkurnar er í Føroyum. 

Tað einasta vit hoyra er hvat ið verður goldið í beinleiðis inntøkuskatti. Men tað almenna hevur aðrar inntøkur enn inntøkuskattin. Hvat er eitt nú tann óbeinleiðis skatturin, og hvønn rakar hann? Hevur hann einki at siga?

Eitt sum vit skulu hava fyri at liva er salt. Talan er ikki um stórar nøgdir, men nøkur gramm skal ein og hvør hava hvønn dag. Ein skattur upp á salt verður tí goldin við somu upphædd av einum og hvørjum uttan mun til inntøku. Hvussu fátæk fólk eru, gjalda tey eins nógv sum tey ríkastu av hesum skatti. 
Stjórnir hava altíð havt hug til at leggja skatt á salt, tí tað gevur eina trygga inntøku. Tey nógvu fátæku gjalda ein størri part av síni inntøku enn nakar annar bólkur í samfelagnum, og fyri tey ríku hevur hetta lítið upp á seg. Er hall í landskassanum, so liggur væl fyri at seta óbeinleiðis skattin upp. Tá eru mótmælini fá og smá, tí tey fátæku eru von við at verða húðflett, men verður skatturin lagdur á tey ríki, so er beinanvegin annar glymur dansur í høll. Men viðhvørt kann ganga galið hjá teimum ráðandi. Ein kaldan januarmorgun í 1793 var franski kongurin Ludvík sekstandi lagdur á høggistabban í París og dripin. Orsøkirnar vóru nógvar, men ein, sum søgumenn ofta føra fram, var at hansara stýri hevði troytt saltskattin (la gabelle) í so nógv, at kollvelting spurdist burturúr.

Tað er ið hvussu er vert hjá einum og hvørjum stýri at ansa eftir, at teir óbeinleiðis skattirnir ikki gerast ov høgir. Men uttan at himpra leggja okkara ráðandi 25% afturat saltprísinum og øllum øðrum húsarhaldsvørum, og eingin sleppur undan.

Men hetta rán verður ikki umrøtt. Tað verður tagt burtur í tí almenna orðaskiftinum, og á tann hátt kunnu politikararnir krógva, at skattatrýstið á tær lágu inntøkurnar er størri í Føroyum enn í øðrum londum. 

Zakarias Wang