Skeið í húð og andlitsrøkt fyri kvinnur við krabbameini

Skeið í húð og andlitsrøkt fyri kvinnur við krabbameini
 
Skeið í húð og andlitsrøkt verður mikukvøldið 18. oktober kl. 18.15 í The Body Shop í SMS, fyri kvinnur ið eru í viðgerð fyri krabbamein.
 
Asloy og Noomi frá The Body Shop fara at greiða frá um húðrøkt og makeup. Hjá summum kann húðin broytast og gerast sartari. Tískil er gott at vita, hvussu húðin skal røktast rætt. Makeup kann gera, at daglidagurin kennist lættari, av tí tú følir teg frískari við einari lættari makeup.
 
Fríðgerð frá Salong Fríðgerð fer at greiða frá, um hvørjir møguleikar eru, nú tú missur hárið; skalt tú hava parykk, hvussu bindir tú turruklæðið uppá ein smartan máta, hvørjar húgvur eru at fáa og hvussu røktar tú hárbotnin? Frígerð fer at geva tær íblástur til tín tørv.  Skeiðið er ókeypis.

Tilmelding er seinasta lagi týsdagin 17. oktober hjá The Body Shop á telefon 319505, fartelefon 519505 ella hjá Salong Fríðgerð á telefon 511545.
 
Verið vælkomin