SKOYTIBREYT OG JÓLABÝUR

Skoytibreytin í kommunuskúlagarðinum er nú uppsett og klárt er at byrja at seta frystararnar til. Skoytibreytin letur upp tann 29. november, sama dag sum jólatræið verður tendrað og jólabýurin letur upp.



Jólabýurin verður settur upp í dag í Vágsbotni og í Tinghúsgarðinum. Sølusmátturnar standa í Tinghúsgarðinum og søla verður í smáttunum hvønn leygardag og annars jólavikuna.



Jólabýurin verður í Vágsbotni aftur í ár. Kreativi verkstaðurin í Margarinfabrikkini stendur fyri prýðingini av húsunum innan. Hetta er nakað tey hava arbeitt við í eina tíð. Evnið verður DIY, ið stendur fyri Do It Yourself. Tey leggja serligan dent á endurnýtslu, tá prýtt verður.



Í desember mánaða hava smátturnar í Vágsbotni og í Tinghúsgarðinum opið somu tíðir sum handlarnir í býnum.