Skráin fyri ABC vikuna 8.-14. oktober

Her er skráin fyri ymisku átøkini, sum eru í sambandi við ABC vikuna.



Mánadagin 8.
oktober



Fyrsti
ABC filmur við Róar Terjason Hansen verður almannakunngjørdur á sosialu
miðlunum og 
www.folkaheilsa.fo



ABC
kapping er frá 8. – 14. oktober á Facebook; ABC fyri sálarliga heilsu og
Instagram; Folkaheilsuradid. Vinnarin verður funnin mánadagin 15. oktober.



 



Týsdagin 9. oktober



Næsti
ABC filmur verður almannakunngjørdur á sosialu miðlunum og 
www.folkaheilsa.fo.



kl.19.00 “Opið hús á
psykiatriska deplinum”.
 Psykiatriski depilin tjóstartar altjóða sálarheilsudagin
10. oktober. Ymiskir áhugaverdir fyrilestrar eru og drekkamunnur er á
seingjadeildini. Meira kunning á facebook síðuni hjá Sinnisbata. 

Stað: Eiragarður 9, Tórshavn. Fyriskipari: Psykiatriski depilin.



 



Mikudagin 10. oktober



Triði
ABC filmur verður almannakunngjørdur á sosialu miðlunum og 
www.folkaheilsa.fo.



Kl.13.00-18.00
“Altjóða sálarheilsudagur 2018”
. Altjóða sálarheilsudagur verður hildin við áhugaverdum
fyrilestrum, básum, tónleiki og handan av sálarheilsuvirðisløn. Hesir ABC
samstarvsfelagar luttaka: Sinnisbati, Fólkaheilsuráðið, Almannaverkið og Blái
Krossur Føroya. Ein ABC básur verður við ABC virksemi.

Stað: Østrøm, Tórshavn. Fyriskipari: Sinnisbati.



Kl.
14.00-16.00  “Felags foreldrabólkur”.
 Øll foreldur við
børnum undir 1 ár eru vælkomin til felags foreldrabólk. Evnini eru: “Vel tað
besta – vel familjuna” við at vera virkin, hugbundin og saman sum
familja. 

Stað: Skálin, Klaksvík. Fyriskipari: Gigni.  



 



Hósdagin 11. oktober



Fjórði
ABC filmur verður almannakunngjørdur á sosialu miðlunum og 
www.folkaheilsa.fo 



Kl.11.00-13.00  “Felags
foreldrabólkur”.
 Øll foreldur við børnum undir 1 ár eru vælkomin til felags
foreldrabólk. Evnini eru: “Vel tað besta – vel familjuna” við at vera virkin,
hugbundin og saman sum familja. 

Stað: Veistluhøllin á Landssjúkrahúsinum, Tórshavn. Fyriskipari: Gigni.



Kl.15.00-17.00
“Verkstova á Reinsarínum”. 
Bergunn Kass setur verkstovuna, Fólkaheilsuráðið hevur framløgu
um ABC fyri sálarliga heilsu og Heilsu- og umsorganartænastan hevur framløgu um
at vera sjálvboðin. Reyði Krossur luttekur eisini. Evnið er “Hvussu kunnu fólk
síggja seg sum sjálvboðin innan eldraøkið í Tórshavnar kommunu”. Fólk eru
vælkomin við hugskotum til, hvussu ein kann vera sjálvboðin innan
eldraøkið. 

Stað: Reinsaríið, Tórshavn. Fyriskipari: Tórshavnar kommuna.



 



Kl.15.00
“Hugnaløta”
 Greitt verður frá ABC fyri sálarliga heilsu. Eisini verður
drekkamuður og høvi til eitt gott prát. 

Stað: Dagtilhaldið Blákollan á Hornavegi á Oyri. Fyriskipari: Sunda kommuna.



 



Fríggjadagin 12. oktober



Fimti
ABC filmur verður almannakunngjørdur á sosialu miðlunum og 
www.folkaheilsa.fo



Leygardagin 13. oktober



Kl.11.00
“Gakk ella renn fyri heilsuna”
 Fari verður frá býráðshúsinum. Fólk ganga ella renna í 15
min. og venda so við aftur. Klaksvíkar kommunan bjóðar fríska frukt omaná.

Stað:  Býráðshúsið á Nólsoyar Pálsgøtu. Fyriskipari: Treysti og Klaksvíkar
kommuna.



 



Innanhýsis tiltøk



Gjøgnum
ABC vikuna verða eisini ymisk innanhýsis tiltøk, sum leggja dent á evnið
sálarliga heilsa – hesi eru ikki almenn, men kunnu geva íblástur til onnur
eisini at taka evnið upp. ABC samstarvsfelagarnir Tórshavnar-, Klaksvíkar- og
Sunda kommuna arbeiða við evninum á t.d. skúlum, dagstovnum og innan eldraøki.
ÍSF skipar eisini fyri innanhýsis tiltaki á ellisheimi, og Blái Krossur Føroya
varpar ljós á týdningin av sjálvbodna arbeiðinum í klædnabúðunum. 



Skráin fyri ABC
vikuna..pdf