Skráin fyri Umhvørvisvikuna 2013

MÁNADAGUR 6. MAI


9.30 Setanin


Við Býlingshúsið á Norðasta Horni. Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd, setir umhvørvisvikuna. Býráðslimir planta trø. Aftaná verður boðið til kaffi og køkur.


10 – 15 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini


Aftaná fáa børnini kakao og bollar, læra um plantur og fáa plantur heim við. Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo


10 – 18 Teknikapping á Býarbókasavninum


Vinningarnir eru súkklur til tríggjar ymsar aldursbólkar.


13 og 15 Opið hús við rundvísing á Kommunalu Brennistøðini


13 og 15 Opið hús við rundvísing á skúlanum við Løgmannabreyt


13 og 15 Opið hús við rundvísing á skúlanum á Argjahamri


13 - 15 Opið hús á vatnverkinum í Villingardali


Tilmelding til Opið hús á uv@torshavn.fo


TÝSDAGUR 7. MAI


10 – 15 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini


Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo


10 – 18 Teknikapping á Býarbókasavninum


13 og 15 Opið hús við rundvísing á Kommunalu Brennistøðini


13 - 15 Opið hús á vatnverkinum í Villingardali


Tilmelding til Opið hús á uv@torshavn.fo


10 – 18 Ruddingardagur fyri skúlar, virki og stovnar


Tey, sum luttaka, skulu melda seg til og vera tá við í einum lutakasti um ein trivnaðarpakka fyri 20.000,- kr. Treytirnar eru, at ein bólkur við minst 10 og í mesta lagi 30 persónum verður meldaður til, at útlutaða økið verður ruddað, og at bólkurin sendir 3 - 5 myndir frá degnum á uv@torshavn.fo


Ruskposar kunnu avheintast á Gomlu sløkkiliðsstøðini í Varðagøtu 5 mánadagin og týsdagin kl. 08.00 - 15.00.


Tá liðugt er at ruddað, kunnu ruskposarnir setast fram við vegnum og ringjast kann á tlf. 254010 (Tórshavn) og 254003 (Kollafjørður) fyri at fáa posarnar avheintaðar. Ruskposarnir kunnu eisini avhendast á kommunalu brennistøðini, sum er opin frá kl. 10.00 - 17.00.


Bingjur verða settar á hesi økir: Nólsoy, Kollafirði, Kaldbak, Hvítanesi, Hesti, Velbastað, Kirkjubø, Norðadali, Havnardali og á Skálatrøð. Á bygd eru ruskposar at fáa við bingjurnar.


Skúlar, virki og stovnar í kommununi kunnu fáa ókeypis plantur í umhvørvisvikuni við at senda ein teldupost á uv@torshavn.fo


Tilmelding til ruddingardagin á uv@torshavn.fo


MIKUDAGUR 8. MAI


10 – 15 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini


Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo


10 – 18 Teknikapping á Býarbókasavnium


11, 13 og 15 Opið hús við rundvísing á Boðanesheiminum


13 og 15 Opið hús við rundvísing á Kommunalu Brennistøðini


13 – 15 Opið hús á vatnverkinum í Villingardali


Tilmelding til Opið hús á uv@torshavn.fo


19 -21 Temakvøld um urtagarðar og planting


Verður í Posthúskjallaranum við Michael Jacobæus, landsskapsarkitekti, Trónda Leivssyni, landsskógarvørði, og Jákupi Mørkøre, hvítanesmanni og kemiverkfrøðingi. Sum brellbiti kann nevnast umrøða av trøum og runnum, ið trívast væl hjá okkum, hvussu ein leggur eitt gott grundarlag við atliti til jørðildi og lívd, dømi um hábed til køksgarðin, uppskot til staudir og botnplantur og royndir við urtagarði á Hvítanesi.


Elin Lindenskov, býráðslimur, handar umhvørvisstuðulin og Sigrún Mohr, býráðslimur, handar grønu virðislønina og Grønu gávuna frá Etika.


HÓSDAGUR 9. MAI, KRISTI HIMMALSFERÐARDAGUR


14.00 Gongutúrur til Kirkjubøar


Ein túrur fyri alla familjuna við ferðaleiðara. Vit møtast við Krossin, har Velbastaðvegur og Kirkjubøarvegur møtast. Tá komið er til Kirkjubøar standa skótar klárir við grillina. Bussur koyrir aftur til Havnar umleið kl. 18.00. Tiltakið er ókeypis.


Tilmelding á Kunningarstovuni á torsinfo@torshavn.fo ella tel. 302425


FRÍGGJADAGUR 10. MAI


10 – 12 Teknikapping á Býarbókasavninum


10 – 15 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini


Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo


17 Vinnararnir av teknikappingini verða kosnir á Býarbókasavninum. Sigrún Mohr, býráðslimur, handar vinningarnar.


16.20 Opið hús í Nólsoy, vindmylluverkætlanin, farið verður við Ternuni av Tórshavn kl. 16.20, og úr Nólsoy kl. 18.20. Kostnaður fyri ferjuna er 45 kr. fyri vaksin og 22.50 kr fyri børn (7-15 ár).


Tilmelding til Nólsoyartúrin á uv@torshavn.fo


LEYGARDAGUR 11. MAI


10 - 14 Plantið eitt træ


Tiltakið verður á Vaglinum. Fólk fáa ókeypis plantupakkar at taka heim við. Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin. Harmonikutónleikur og undirhald verður til børnini. Ítróttarfeløg selja kaffi o.a. Á bygd skipað staðbundnu nevndirnar fyri útlutan av plantupakkum.


08 – 17 Almennur Ruddingardagur


Ruddingardagur fyri eigarafeløg, ítróttarfeløg, skótar og øll onnur. Tey, sum luttaka í almenna ruddingardegnum, skulu melda seg til og vera tá við í einum lutakasti um ein trivnaðarpakka fyri 20.000 kr. Treytirnar eru, at ein bólkur við minst 10 og í mesta lagi 30 persónum verður meldaður til, at útlutaða økið verður ruddað, og at bólkurin sendir 3 - 5 myndir frá degnum á uv@torshavn.fo


Ruskposar kunnu avheintast á Gomlu sløkkiliðsstøðini í Varðagøtu 5, mánadagin, týsdagin, mikudagin, fríggjadagin og leygardagin kl. 08.00 - 15.00.


Tá liðugt er at ruddað, kunnu ruskposarnir setast fram við vegnum og ringjast kann á tlf. 254010 (Tórshavn) og 254003 (Kollafjørður) fyri at fáa posarnar avheintaðar. Ruskposarnir kunnu eisini avhendast á kommunalu brennistøðini, sum er opin frá kl. 10.00 - 17.00, tyrvingar- og jarnplássið er opið frá kl. 10.00 -16.00.


Bingjur verða settar á hesi økir: Nólsoy, Kollafirði, Kaldbak, Hvítanesi, Hesti, Velbastað, Kirkjubø, Norðadali, Havnardali og á Skálatrøð. Á bygd eru ruskposar at fáa við bingjurnar.


Eigarafeløg, ítróttarfeløg og skótar o.l. felagsskapir kunnu fáa ókeypis plantur í umhvørvisvikuni við at senda ein teldupost á uv@torshavn.fo


Tilmelding til ruddingardagin á uv@torshavn.fo


SUNNUDAGUR 12. MAI


Kl. 14.00 Gongutúrur “Fyri Vestan”


Bussur fer av Vaglinum kl. 14.00 niðan á Sornfelli. Gingið verður frá Sornfelli gjøgnum Vatnsdal til Norðradal. Ferðaleiðari verður við á túrinum, sum er ein miðaltungur túrur, og útsýnið vestureftir og út til Kolturs er heilt framúr. Verið væl skødd og takið matpakka við.


Bussur koyrir okkum úr Norðradali til Havnar kl. 17-19. Túrurin er ókeypis.


Tilmelding á kunningarstovuni á torsinfo@torshavn.fo ella tel. 302425.


Les um øll tiltøkini á www.torshavn.fo