Skriv um setan av fulltrúa í uttanríkistænastuni í Løgmansskrivstovuni


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eitt mál hjá Vinnumálaráðnum um setan av fulltrúa í uttanríkistænastuni í Løgmansskrivstovuni. Av tí, at umboðsmaðurin ikki helt, at setanarmyndugleikin hevði givið setanartilmælinum og ivamálum og ósemjum í setanarbólkinum eina veruliga viðgerð, mælti umboðsmaðurin Vinnumálaráðnum til at taka málið uppaftur til viðgerðar. Vinnumálaráðið hevur boðað Umboðsmanninum frá, at ráðið er ósamt við niðurstøðuni hjá Umboðsmanninum. Umboðsmaðurin ger ikki meira við hetta mál.

Skrivið kann lesast her: http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2f15-00072+Anonymiserad+Skriv+setan+av+fulltr.+i+uttanrikistaenastuni+%26iacute%3b+LMS.pdf 

Svar frá Vinnumálaráðnum: http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2f15-00072+Brav+fra+VMR+4.6.15.pdf

Skriv til Vinnumálaráðið: http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2f15-00072-35+Skriv+til+VMR+8.6.15.pdf