Snævurskygd nationalisma nú eisini í vinnupolitikkin hjá Tórshavnar Kommunu

Tað er ófatuligt, at ein kommunalpolitikari sum Gunvør Balle, varaborgarstjóri, brúkar snævurskygda nationalismu til at skeikla ætlanina hjá kommununi at skapa nakrar góðar vinnukarmar í høvuðsstaðnum og við hesum leggja fótonglar í vegin fyri at gagnnýta nýíløguna í havnalagið uppá 500 mió. kr.

Tað er opinbart ógvuliga neyðugt fyri hana at sáa iva um íløguna og tryggja sær, áðrenn havnalagið verður tikið í nýtslu, at seta avmarkingar og senda nøkur ómetaliga negativ signalir og vevja tað saman við at verja okkara land ímóti øllum verðsins vanlukkum.

Vit skulu liva av ferðavinnu, saman við fiski- og alivinnu, men hon sigur nú við umverðina .... “Vit mugu stýra ferða- og cruise vinnuni annars stýrir hon okkum”.

Altso tit ferðafólk eru ikki vælkomin at sigla framvið her at vitja í Føroyum og á Havnina. 

Men, hvat stødd á ferðamannaskipum tosar hon um í tonnagu ella tali á ferðafólkum, og hvørja dálking tosar hon um - fleiri av ferðamannaskipunum eru nýggj og dálka kanska munandi minni enn vit sjálvi kunnu vísa á í Føroyum.

Vit sláa øll altjóða met í dálking av umhvørvinum pr. íbúgva, men tað eru vit sjálvi, sum standa fyri tí - og ikki útlendsk ferðamannaskip.

Hvat verður tað næsta ..... Ætlar Gunvør sær umborð á ferðamannaskipini at kanna, hvørji fólkasløg eru umborð og um tey kunnu hótta Føroyar. 

Avleiðingarnar av slíkum fíggindaligum vinnupolitikki ella vantandi vinnupolitikki, kann bara hava við sær stóran skaða fyri hesa vinnugrein, sum enn er í einari uppbyggingarfasu.

Hvørjum vil Gunvør tekkjast ella hvørji seráhugamál røkir hon? 

Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu