Snýr tað seg um brúkaran ella um SEV, Jákup Suni Lauritsen?

Magn hevur verið orkuveitari síðan 1925 og ætlar framhaldandi at vera tað. Vit kenna ábyrgd fyri okkara kundum, og teimum ætla vit ikki at sleppa upp á fjall í sambandi við skiftið frá svartari til grøna orku. 

Tí hava vit áhuga í og kenna medábyrgd fyri, hvussu orkuveiting og orkupolitikkur her á landi eru samanskrúvað í breiðum høpi. Og sannroyndin er tann, at tað gongur ongan veg við grøna orkuskiftinum. Vit selja meira olju enn nakrantíð til ferðslu, skip og upphiting, og SEV brúkar munandi meira tungolju at framleiða streym fyri nú enn fyrr.

Hetta er orsøkin til, at vit gera vart við okkum, tá vit halda, at orkupolitikkurin og umsitingin av honum ganga skeiva leið. 

Og tað halda vit, at hann ger, um politiska skipanin ikki tekur sær um reiggj og letur upp fyri veruligari kapping á elmarknaðinum – kapping um endabrúkaran. 

Tað er ikki fyri okkara skyld, at politiska skipanin má liberalisera elmarknaðin, men fyri sína egnu skyld, um málið framvegis er, at øll orkunýtsla á landi skal vera grøn í 2030, og ikki minni fyri borgaranna skyld, um ætlanin ikki er at senda eina ovurstóra eykarokning út til veikastu herðarnar at bera.

Tað er júst tað, sum hendir nú. SEV setir elprísin upp, tí tað er neyðugt, um orkufelagið sjálvt skal bera kostnaðin av øllum teimum stóru útbyggingunum í øllum elkervinum, sum skulu til, fyri at orkuskiftið kann gerast veruleiki.

Veruleikin er nevniliga ein annar enn tann, sum Jákup Suni Lauritsen, fyrrverandi nevndarformaður í SEV, nú førir fram í grein í miðlunum. 

Í greinin ávarar hann ímóti oljusjeikum og handilsmonnum, sum sambært honum eru í holtur við ávikavist at ”royta okkara hønu, sum verpir gullegg, meðan hon enn er livandi”, og ”… ætla sær inn á elmarknaðin at vinna pengar burtur úr okkara samhaldsføstu elskipan.”

Lítið er at ivast í, at hann millum annað sipar til Magn, sum teimum flestu kunnugt í longri tíð hevur boðið seg fram at vera við í fremstu røð at førka okkum inn í eina meira grøna framtíð. 

Jákup Suni Lauritsen skrivar, at SEV sær út til at standa fyri falli orsakað av hesum oljusjeikum og handilsmonnum. Men stendur tað til Magn, so fer virksemið hjá SEV at økjast munandi, so hvørt sum øll orkunýtslan á landi verður elektrifiserað og løgd um til grøna orku. Tí fer SEV ikki at tjena minni pening, men munandi meira.

Tí vit skulu minnast til, at framleiðslan, sum millum annað vit vilja sleppa at kappast um, er orka, sum kemur afturat verandi framleiðslu. Um málini hjá samgonguni skulu røkkast, verður elnýtslan nevniliga nærum tvífaldað í 2030 samanborið við nú – hon fer úr umleið 340 upp í 600-1000 GWt (gigawattímar).

Allur hesin streymurin skal ígjøgnum netið hjá SEV, sum skal hava gjald fyri at flyta streymin hjá øðrum veitarum. Umframt at framleiðslan hjá SEV sjálvum eisini verður munandi økt.

Alt orkuskiftið frá svartari til grøna orku á landi væntast at kosta omanfyri sjey milliardir krónur. Tvær til tríggjar milliardir krónur eru á brúkarasíðuni til nýggjar, grønar orkuskipanir.

Skal Visión 2030 eydnast, má greiða eisini fáast á, hvør skal tryggja, at 18.000 hús og vinnubygningar verða løgd um frá olju til grønar hitaskipanir, og hvør skal gjalda. Tí fíggjarliga loysir tað seg als ikki fyri brúkararnar, og skal landið stuðlað við tveimum-trimum milliardum krónum, vænta vit ikki, at orkuskiftið tekur dik á seg við bræði. 

Tað er hesin ovurhonds íløgutørvurin, sum er tann stóra samfelagsliga avbjóðingin. Og SEV megnar ikki hesa abjóðingina einsamalt, her mugu fleiri herðar bera í felag.

Sleppa aðrir sterkir veitarar upp í part at lyfta uppgávuna, verður hinvegin ikki neyðugt við nøkrum príshækkingum og heldur ikki almennum stuðuli at skunda undir orkuskiftið. 
Tvørturímóti vísa royndir frá øllum øðrum sambæriligum veitingum, eitt nú innan tele, flogferðslu og tryggingarvirksemi, at tað verður nógv bíligari fyri brúkararnar, tá farið verður frá monopolstøðu til kapping. 

Við loysnini hjá Magn sleppa brúkararnir eisini undan dýrum íløgum í nýggj hitaanlegg (hitapumpur), tí heldur enn at keypa hesi fer at bera til hjá brúkarunum at leasa tey fyri ein fastan mánaðarprís, har eisini sjálv orkunýtslan er íroknað. Og hetta merkir, at eingin almennur milliardastuðul er neyðugur at skunda undir grøna orkuskiftið. 

Ferð eftir ferð hoyra vit, at SEV er eitt non-profit felag, og at hetta tryggjar bíligastu brúkaraprísirnar. Eisini Jákup Suni Lauritsen leggur dent á, at alt avlopið hjá SEV fer til nýggjar íløgur.

Men fyri brúkararnar er tað líka mikið, hvussu barnið eitur – um eigararnir fáa kapitalavkast frá einari privatari fyritøku, ella pengarnir bara verða settir til viks í einari interkommunalari sonevndari non-profit fyritøku. 

Tað er elprísurin, sum er avgerandi. Og tá gevur tað betri meining, at eitt avlop partvíst verður brúkt til eitt vinningsbýti, meðan restin verður brúkt til íløgur og at halda elprísinum niðri, enn at alt bara verður akkumulerað í felagnum, uttan at brúkararnir fáa nakran sum helst príságóða. 

Hesi viðurskifti viðgerð Jákup Suni Lauritsen tó als ikki. Spurningurin, sum vit á Magn tí standa eftir við eftir at hava lisið greinina hjá honum, er, um tað eru áhugamálini hjá SEV at varðveita monopolstøðuna ella áhugamálini hjá brúkarunum, sum hann hevur umsorgan fyri. 

Svarið tykist vera áhugamálini hjá SEV. Tí Visión 2030 er ikki í fokus, heldur ikki brúkararnir, tað veri seg vinnan ella privata húsarhaldið.

Hann leggur okkum undir bara at vilja tjena pengar frá teimum stóru og góðu kundunum og leggja vertin í sjálvt elnetið við tess anleggum og samhaldsføstu veitingina um alt landið.

Magn hevur annars altíð lagt dent á, at SEV framhaldandi skal eiga netið, og at aðrir veitarar skulu rinda eitt netgjald, sum stendur mát við útreiðslurnar av at reka, viðlíkahalda og áhaldandi dagføra netið. Vit ynskja bara at skipa elmarknaðin sum í øllum londunum rundanum okkum – við einum sterkum, almennum netfelag og fleiri aktørum, sum framleiða streym, kappast um brúkararnar og gjalda fyri at brúka almenna elnetið. 

Annars kunnu vit upplýsa, at Magn altíð hevur havt sama prís á øllum sínum vørum um alt landið, tað veri seg í Fugloy ella í Havn, og fara vit at selja streym, so verður hildið áfram við hesum samhaldsfasta príspolitikki.

So eg kann vissa Jákup Suna Lauritsen, at vit á Magn hvørki ætla at stjala SEV, kippa nakra gullhønu, og sanniliga heldur ikki royta gullverpandi hønur ella nakran annan. 

Vit halda, at SEV er ein dugnalig og sera týdningarmikil fyritøka við góðum og hart arbeiðandi starvsfólki. Men vit vilja fegin, at elmarkaðurin verður skipaður soleiðis, at hann líkist teimum í londunum uttanum okkum, so at gongd kemur í grøna orkuskiftið.

Hendrik Egholm
samtaksstjóri Magn