Altjóða forsetin í Lions Club hitti Heðin

Altjóða forsetin í Lions Club, Barry J. Palmer og konan Anne, vitjaðu í dag borgarstjóran og umboð fyri Tórshavnar kommunu. Heðin Mortensen bjóðaði teimum at verða vælkomin, og síðani varð greitt frá kommununi og um ymiskar stórar verkætlanir, sum eru fyri framman.


Palmer-hjúnini sýndu stóran áhuga fyri arbeiðinum hjá kommununi at ganga á odda at gera høvuðsstaðarkommununa til ein veruligan lestrarbý. Eisini stóra arbeiðið at menna ítróttina í kommununi bergtók gestirnar.


Áðrenn fundarlok handaði forsetin í Lions Club Heðini Mortensen eina gávu, og borgarstjórin hevði somuleiðis gávur at geva bæði Barry og Onnu.


Hjúnini, sum búgva í Sidney í Avstralia, komu til landið í gjárkvøldið og fara avstað aftur í morgin.