Starv: Lýst verður eftir nýggjum løgmansstjóra

Sóknast verður eftir dugnaligum, ágrýtnum og framskygdum persóni at stjórna Løgmansskrivstovuni og vera hollur ráðgevi hjá løgmanni í hansara yrki sum stjórnarleiðari

LØGMANSSTJÓRI
Sóknast verður eftir dugnaligum, ágrýtnum og framskygdum persóni at stjórna Løgmansskrivstovuni og vera hollur ráðgevi hjá løgmanni í hansara yrki sum stjórnarleiðari

 Løgmansskrivstovan er fyrisiting løgmans, sum er ovasti leiðari í Føroya landsstýri. Løgmaður varðar av stjórnarmálum sambært stýrisskipanini og lógarmálum. Høvuðsendamálið hjá Løgmansskrivstovuni er at veita løgmanni ráð, tryggja haldgott grundarlag og gera hugskot og politisku málini til veruleika.

Løgmansstjórin er ovasti ráðgevi løgmans og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Løgmansskrivstovuni. Hann er eisini fremstur millum ovastu stjórarnar í fyrisitingini og hevur ein serligan leiklut í at tryggja, at samlaða landsstýrisfyrisitingin hongur væl saman.

Høvuðsuppgávur

Leiða og samskipa arbeiðið á Løgmansskrivstovuni

Ráðgeva løgmanni og tryggja, at hann hevur neyðugu serfrøðina til taks soleiðis, at hann kann útinna løgmansembætið á fullgóðan og lógligan hátt

Fremja eftirlit løgmans við landsstýrisfólkunum sambært stýrisskipanarlógini

Samskipa og fyrireika uppgávur í omanfyri nevndu málum

Fyrireika lógir, kunngerðir og reglugerðir á virkisøki løgmans

Eftirlit við stovnum undir Løgmansskrivstovuni

Faklig førleikakrøv

Viðkomandi akademiska útbúgving

Útbúgving ella eftirútbúgving í leiðslu og/ella leiðsluroyndir á høgum stigi

Vitan um tær treytir, sum eru galdandi í eini politiskari fyrisiting

Góðan kunnleika til almenna fyrisiting

Politiska og samfelagsliga heildarfatan og evni at ráðgeva á hesum økjum

Evni at raðfesta strategiskt og skapa úrslit tvørtur um almenna geiran

Hegni at samskifta og málbera seg væl á føroyskum, donskum og enskum máli

Leiðslu- og persónligir eginleikar

Nútíðar leiðslueginleikar

Náttúruligan myndugleika og jaligan hugburð

Evni at eggja og menna leiðarar og starvsfólk og fáa tey at trívast

Er treyst/-ur og letur seg ikki lættliga taka av fótum, tá ið nógv stendur á

Dugir væl at lurta og at handfara ósemjur

Dugir væl at samstarva og hava savnandi framferðarhátt

Er holl/-ur og væl skipaður í sínum arbeiðshátti

Starvs- og persónsprofilurin til løgmansstjórastarvið kann lesast her.

Setanarviðurskifti

Starvið er tænastumannastarv. Starvsheitið er løgmansstjóri og er flokkað í 40. lønarflokki. Harumframt er ein mánaðarlig viðbót uppá kr. 5.825,65. Viðbótin er ikki eftirlønargevandi.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Marjuna Hanusardóttir, tlf. 551030.

Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig viðmæli skulu stílast til løgmann, og sendast Løgmansskrivstovuni, Tinganes, Postrúm 64, 110 Tórshavn ella lms@lms.fo í seinasta lagi 31. mai 2021.