Starvsmannafelagið ger bráðfeingis limasáttmála fyri flogternur

Eftir tvey ár í
Starvsmannafelagnum hava flogternurnar í Atlantic Airways avgjørt at skipa seg
við egnum sáttmála. Fyri at geva pláss fyri hesum, hevur Starvsmannafelagið
gjørt avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag um at leingja sáttmálan í eitt ár.
Hettar tíðarskeiðið verður hann tó bert galdandi fyri flogternur, sum ynskja at
vera limir í Starvsmannafelagnum

Tíðindaskriv frá Starvsmannafelagnum:

-Vit virða ynskið hjá
flogternunum um at skipa seg við egnum sáttmála. Men so leingi vit hava økið og
eingin annar sáttmáli er galdandi á økinum, kunnu vit ikki bara sleppa endanum
heilt. Tí hava vit gjørt ein fyribils limasáttmála, so at flogternurnar nú
sleppa framat, at samráðast sjálvar um sín egna sáttmála.



Hetta sigur Súni Selfoss,
eftir at Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava gjørt avtalu um
at leingja sáttmálan í eitt ár. Ein sáttmála, ið bert er galdandi fyri
flogternur, ið ynskja at vera limir í Starvsmannafelagnum.



Vilja í flog-fakfelag



Tað eru góð tvey ár síðani,
at flogternunar gjørdust limir í Starvsmannafelagnum. Sáttmálin, sum tá varð
gjørdur, hevði farið úr gildi 1. november 2018.



Flogternurnar hava síðani
boða frá, at tær vilja skipa seg í egið fakfelag og hava tikið seg úr
Starvsmannafelagnum.



Starvsmannafelagið hevur
fingið at vita frá flogternunum, at orsøkin til hettar stig er ikki misnøgd við
Starvsmannafelagið, men tí, at tær meta, at tær fáa meira burturúr við at skipa
seg í egið fakfelag undir danska fakfelagnum FPU, Flyvebranchens Personale
Union.



Frá økissáttmála til
limasáttmála



Sáttmálin sum var, var ein
sokallaður økissáttmáli, t.v.s. at hann var galdandi fyri øll kabinustarvsfólk
– bæði limir Starvsmannafelagnum og tey, sum ikki eru limir.



Bráðfeingis limasáttmálin
verður harafturímóti bert galdandi fyri flogternur, sum eru limir í
Starvsmannafelagnum, og við øðrum orðum ikki fyri tey, sum hava tikið seg úr
felagnum.



Felagið trekkir seg



Við hesum trekkir
Starvsmannafelagið seg aftur úr sáttmálaøkinum, so langt sum felagið heldur
vera ráðiligt.



-Hettar verður gjørt, so at
tær, sum nú hava tikið seg úr felagnum, fáa møguleika at skipa seg sjálvar og
biða um samráðingar við Føroya Arbeiðsgevarafelag um egnan sáttmála. Hettar ber
til, nú eingin økissáttmáli longur er fyri flogternunar hjá Atlantic Airways,
sigur Súni Selfoss.



Hetta verður eisini gjørt, so
at flogternur, sum framvegis vilja vera limir í Starvsmannafelagnum ikki vera
sleptar uppá fjall í tíðarskeiðnum, meðan tær royna at skipa seg við egnum
sáttmála.



Fyribils í eitt ár



Talan er um eina bráðfeingis
loysn. Sáttmálin verður bert longdur í eitt ár, og er talan um eina
framskriving av gamla økissáttmálanum við eini lønarhækkan á 3,26 %.



Starvsmannafelagið fer so í
komandi tíðarskeiði at meta um, hvørt grundarlag er fyri at halda fram við
einum limasáttmála. Ella um felagið skal trekkja seg heilt út av
sáttmálaøkinum.



-Hettar valdast alt um,
hvussu samráðingarnar hjá flogternunum at skipa egið felag og fáa egnan
sáttmála fara at ganga, sigur Súni Selfoss.



Skipanarfrælsi



Starvsmannafelagið leggur
dent á, at felagið hevur ongan áhuga í at halda fast um eitt sáttmálaøki, um
fakbólkurin ikki hevur áhuga fyri hesum. Og felagið vil heldur ikki forða fyri,
at flogternurnar vilja skipa seg við egnum sáttmála.



-Vit hava skipanarfrælsi og
tí trekkja vit okkum aftur úr sáttmálaøkinum, í tann mun tað er ráðiligt, nú
eingin annar sáttmáli er, sigur Súni Selfoss.



Starvsmannafelagið harmast
um, at hesin fakbólkurin vil úr felagnum, eftir at tað eydnast at fáa ein
sáttmála fyri tær fyri tveimum árum síðani, sum gav munandi ábøtur.



Vit ásanna tó, at tað kunnu
vera serlig viðurskifti á loftferðsluøkinum, sum tala fyri, at flogterurnar
vilja skipa seg í egið fakfelag, og fara at ynska teimum góða eydnu við tí,
sigur Súni Selfoss.



Starvsmannafelagið