Stjórnarskrá okkara og 14. september

Nú 14. september 2017 eru 71 ár liðin síðani størsta dag í søgu okkara: Fólkaatkvøðudagurin leygardagin 14. september 1946, tá 51% atkvøddu fyri loysing frá Danmørk og bert 49% fyri uppskoti donsku stjórnarinnar um at vit skuldu gerast partur av Danmarkar ríki, og at danska stjórnarskráin (grundlógin) skuldi gerast okkara.

Í mars í ár hevði Sambandsflokkurin landsfund, og formaður floksins, Bárður á Steig Nielsen, kom í fjølmiðlarnar og segði, at danska stjórnarskráin var okkara stjórnarskrá.

Hetta var forvitnisligt.

Um so var, at Bárður hevði rætt, so mátti hetta vera hent ein ávísan dag.

Alkunnugt er, at danir vita nágreinliga, at teirra stjórnarskrá kom í gildi 5. juni 1849. Hevði hon eisini verið okkara stjórnarskrá, so sum Bárður segði, átti hann at duga at sagt hvønn dag hetta var hent. Einki hevði verið meir rímiligt, enn at øll tey, sum fegnaðust um hesa hending, á hvørjum ári hendan dag heysaðu dannebrók í húnar hátt fyri at vísa hvussu glað tey vóru. Men hvørki Bárður ella nakar annar er higartil sloppin at flagga fyri hesi stóru hending, tí vit hava einki fingið at vita um, hvør dagurin er. Men nú formaðurin í einum av størstu politisku flokkum okkara hevði sæð ljósið, var týdningarmikið, at hann kundi sleppa at greiða okkum øllum frá, hvør hesin dagur er.

Tí sendi eg Sambandsflokkinum teldubræv dagsett 15. mars 2017 og spurdi: Nær er danska stjórnarskráin vorðin stjórnarskrá okkara?

Dagur gekk av degi, og einki svar kom.

Ein mána seinni minti eg á spurningin. Heldur einki svar. 15. mai minti eg aftur á at hann ikki hevði svarað, men tað var sama úrslit.

So kom eg at hugsa um, at Bárður kanska hevði fyri neyðini at fáa hjálp uttanífrá fyri at svara. Tað kundi jú vera, at onkur, sum dugdi danskt, kundi hjálpt honum! Tískil fekk eg spurningin týddan til danskt, tá eg aftur tann 15. juni minti hann á spurningin: Hvornår er Danmarks grundlov blevet gældende som grundlov på Færøerne?

Men illa gekst hjá Sambandsflokkinum at fáa klókar danir at hjálpa sær. Men tað eru yvir tvey túsund milliónir sum duga at tosa enskt. Kanska onkur av teimum kundi hjálpt Bárði? So 15. juli fekk eg spurningin týddan til enskt: When did the Danish constitution become our constitution?

Men heldur ikki tann enskttalandi heimurin kundi hjálpa Bárði at finna svarið.

Nú er tað so, at okkara støða er meinlík henni hjá Grønlandi, og kanska onkur av klóku grønlensku brøðrum okkara kundi hjálpt Bárði? So fyri einum mána síðani, tann 15. august, royndi eg aftur: Danmarkip naalagaaffiata tunngaviusumik inatsisaa qanga uagutsinnut tunngaviusumik inatsisaalerpa?

Men heldur ikki grønlendingar kundu hjálpa Sambandsflokkinum at ráða hesa gátu.

Nú kundi eg sjálvandi roynt at lætt um hjá Bárði við at týtt spurningin til týskt, tí alkunnugt er, at týskarar eru sera dugnaligir í øllum, sum hevur við stjórnarskráir at gera. So hevði spurningurin ljóðað: Wann wurde das dänische Grundgesetz auch unseres?

Men vanligt et at siga, at franskt er fremsta diplomatimálið. So hví ikki nýta tað: Quand est-ce que la constitution danoise est devenue notre constitution?

Men hvat við at fáa spurningin týddan til fremsta vísindamálið av øllum. So skuldi borið til at fingið hjálp! Hetta málið er latín: Quando constitutio danica et nostra facta est?

Men alt hetta kann eg spara mær, tí hægsta leiðsla Sambandsfloksins hevur funnið út av, at teir ikki kunnu svara hesum einfalda spurningi.

At viðurkenna sum er, at teir ikki hava sagt sannleikan, koma teir sær ikki. Tí halda teir, at best er at tiga.

Sjálvandi veit ein og hvør, at hetta er tað sama sum at viðganga, at danska stjórnarskráin ongantíð er vorðin stjórnarskrá okkara, tí tá nakað ongantíð er borið í heim, er tað ikki til. Við tøgn síni hevur Sambandsflokkurin sostatt viðurkent, at danska stjórnarskráin (grundlógin) ongantíð er vorðin okkara stjórnarskrá.

Hetta hevur danska stjórnin altíð vitað.

Tað var hetta, ætlanin hjá donsku stjórnini var at fáa broytt við fólkaatkvøðuni tann 14. september 1946. Hevði hetta eydnast, og ein meiriluti upp á eina atkvøðu hevði verið fyri stjórnaruppskotinum, so hevði Bárður á Steig Nielsen og allur Sambandsflokkurin flent upp á háð at mær og øllum teimum, sum spurdu so býtt. So kundu teir sagt: “Vit atkvøddu á Føroya løgtingi tann 10. mai 1946 fyri at hava eina fólkaatkvøðu, har føroyingar á fullkomuliga demokratiskan hátt kundu nýta sín tjóðskaparliga sjálvsavgerðarrætt til at siga frá, um teir vildu gerast ein partur av Danmarkar ríki og gera donsku stjórnarskránna til sína stjórnarskrá ella heldur fáa loysing. Á demokratiskan hátt avgjørdu føroyingar henda dag, 14. september 1946, at Føroyar skuldi gerast partur av Danmarkar ríki, og harvið avgjørdu teir eisini at gera donsku stjórnarskránna til stjórnarskrá sína.”

Men stjórnaruppskotið fekk ikki eina atkvøðu í meiriluta. Loysing fekk ikki bara eina atkvøðu í meiriluta, men heilar 161 meir.

Dagin eftir, tann 15. september 1946, sendi tíðindastovan Ritzau eitt fjarrit út um allan heim. Tað var ein fráboðan frá formanni Sambandsfloksins Andras Samuelsen. Hann sum skrivaði fjarritið var sonur Andras, Georg Lindenskov Samuelsen. Sær við lið hevði Georg bróður sín Trygva, sum var løgfrøðingur, valdur løgtingsmaður fyri Suðurstreymoyar valdømi og limur í týdningarmestu løgtingsnevndini: landsnevndini. Fjarritið segði, at Andras var formaður í einum higartil ókendum flokki, sum æt “Samarbejdspartiet”, Samstarvsflokkurin. Fyrstu boð, hann hevði at geva føroyingum og øllum øðrum henda sunnudagin eftir fólkaatkvøðuna, var at stjórnaruppskotið var fallið.

So lítla virðing hevði danska stjórnin fyri føroyingum, at hon ikki hevði hildið tað verið neyðugt at týða tilboð sítt til føroyskt. Tí mugu vit framvegis taka uppaftur donsku orðingarnar, tá vit skulu greiða frá hvat tað var sum fall henda dag fyri 71 árum síðani.

Fyrsti setningur í stjórnaruppskotinum ljóðaði soleiðis: “Færøerne udgør som hidtil en del af Danmarks rige med samme statsretlige stilling som før 1940.”

Men nú segði Andras, at stjórnaruppskotið var fallið.

Hetta vil siga, at støðan nú var tann, at “Færøerne udgør ikke som hidtil en del af Danmarks rige med samme statsretlige stilling som før 1940.”

Føroyingar høvdu havt høvi til at gerast “en del af Danmarks rige,” men høvdu rikið hetta tilboð stjórnarinnar aftur, og tað viðurkendi Andras og tók avleiðingarnar sum ein maður.

Men tá vit nú ikki tóku av at fara upp í Danmarkar ríki og gera donsku stjórnarskránna til okkara stjórnarskrá, hvør var so okkara veruliga støða?

Hon var sjálvsagt eins og frammanundan.

Sum Sambandsflokkurin visti, so vóru vit í sambandi við Danmørk. Samband er millum tveir partar, sum hvør í sínum lagi ráða sær sjálvum. Okkara samband við Danmørk var ásett í einum fólkarættarligum realuniónssáttmála, sum var gjørdur millum Danmørk og Noreg, sum vit vóru ein partur av. Hesin sáttmáli ásetti, at hesi ríki vóru javningar, og hvørt ríki stýrdi sínum egnu viðurskiftum. Tí hevði hvør av pørtunum eisini sína egnu stjórnarskrá.

Noregs ríki fekk nýggja stjórnarskrá 7. august 1661, um sama mundið sum Danmørk eisini fekk eina samsvarandi. Noregs ríki var stórt, men 14. august 1662, árið eftir, fingu forfedrar okkara høvi til at taka støðu til, um teir vildu vera við undir hesi stjórnarskrá saman við hinum landsmonnum sínum, og tað samtyktu teir við miklari frøi á eykaløgtingi, har yvir 10% av øllum landsmonnum vóru á fundi í Tórshavn.

Alkunnugt er, at vit hava ta sonevndu rættarligu raðfylgjuna. Hægst eru stjórnarskráir. Við heimild í teimum verða vanligar lógir gjørdar. Við heimild í lógum ber til at gera kunngerðir. Ein kunngerð kann ikki vera í stríð við lógina, og er hon tað, so má kunngerðin dvína. Somuleiðis kann ein lóg ikki vera í andsøgn við stjórnarskránna, og er hon tað, er tað stjórnarskráin sum vinnur. Lógir verða gjørdar av tí lóggevandi valdinum, meðan hægsta vald ríkisins ger stjórnarskránna.

Hægsti myndugleiki í ríki okkara gjørdi stjórnarskránna í 1661. Skal hon broytast, má hesin hægsti myndugleiki koma saman at taka støðu til málið.
Í 1814 minkaði ríki okkara og misti sítt navn. Teir samríkismenn okkara, sum búðu eystanfyri, søgdu ríki sítt eita Noreg og kastaðu saman við Svøríkis ríki. Vit vóru við sama lag í ríkinum og høvdu somu stjórnarskrá, og vóru framvegis í javnbjóðis sambandi við Danmarkar ríki.

Í 1849 gjørdu danir eina nýggja stjórnarskrá. Um so var, at henda stjórnarskrá skuldi gerast okkara, skuldi hægsti myndugleiki í ríki okkara fara til verka og samtykkja, at henda danska stjórnarskrá eisini var okkara.

Hetta er ikki hent.

Hinvegin hevur danska stjórnin lýst donsku stjórnarskránna sum vanliga lóg hjá okkum. Ein vanlig lóg kann ikki troka burtur eina stjórnarskrá.

Tað, sum stóð upp á spæl 14. september 1946, var um vit vildu avtaka okkara stjórnarskrá frá 7. august 1661 við at leggja okkum skerflatar og gerast ein partur av Danmarkar ríki og harvið koma undir donsku stjórnarskránna.

Tann sigur, vit tá vunnu, var ovurhonds. Einki av tí, sum okkum hevur verið fyri síðani, kann skiljast uttan sum avleiðing av tí avgerð, sum tey tóku, sum tá vóru uppi á døgum.

Bert eitt dømi: Í hesum døgum kunnu vit fegnast um, at ein føroysk sendinevnd er bjóðað inn á gólvið hjá japanska uttanríkisráðharranum. Eitt er vist, og tað er, at hevði tann vanlagna verið okkum fyri í 1946, at stjórnaruppskotið hevði verið samtykt, so høvdu okkara sendimenn sitið á ytstu brík bæði í Japan og alla aðra staðni.

Tað, sum hendi á fólkaatkvøðuni, var at vit varðveittu tann rætt, sum vit høvdu fyri 14. september 1946. Forfedrar okkara stóðu sum drangar í brimi og vunnu á allari mótstøðu.

Men nú er ætlanin, at vit á nýggjari fólkaatkvøðu skulu forkoma okkum tann rætt, sum vit hava havt her síðan Grímur Kamban setti fótin á land, og sum vit ongantíð hava latið av hondum. Vit skulu viðurkenna, at danska stjórnarskráin er okkara stjórnarskrá og at vit tí eru innlimaði í Danmarkar ríki.

Um so verður, at hetta verður gjørt, so sleppa vit frá at halda 14. september næsta ár, og eg sleppi frá at spyrja formann Sambandsfloksins nær danska stjórnarskráin gjørdist stjórnarskrá okkara, tí tá vita øll, at hetta hendi tann dag, nýggja fólkaatkvøðan samtykti, at vit vóru undir donsku stjórnarskránni og harvið blivu innlimaði í Danmarkar ríki.

Tað sigst, at henda avreiðing er dagsett til 25. apríl 2018.

Zakarias Wang