Stórbroyting í føroyskum politikki

Nú hava flokkarnir lagt fram valskráir sínar til løgtingsvalið 1.
september 2015.
Tær flestu eru sum tær plaga, men eitt nýtt er tó at síggja. 

Í valskránni hjá Nýggja Sjálvstýrinum stendur, at flokkurin virkar
fyri, at vit fáa tað sjálvstýri, sum vit hava rætt til.

Tað er tí Nýtt Sjálvstýri hevur sett sær fyri at virka fyri hesum
endamáli, at eg havi játtað at standa á listanum til løgtingsvalið. Flokkurin
hevur givið teimum kanningum ans, sum eg havi gjørt av rættarstøðu okkara. Við
frøi hevur flokkurin lagt til merkis, at niðurstøða mín er, at vit løgfrøðiliga
hava rætt til óskert sjálvstýri. Vit búgva í einum ríki, sum er javnbjóðis við
Danmarkar ríki, og vit hava sama rætt til lóggávuvald, gerðarvald og dømandi
vald sum danir hava. Somuleiðis hava vit sama rætt til at avgera um okkara ríki
og Danmarkar ríki skulu fara í kríggj.

Tað var henda rætt, sum Fólkaítakið fyri tjóðfundi vendi sær til
donsku stjórnina og Sameindu Tjóðir at fáa okkum. Vit fingu tvørt nei frá
Danmark, einum limi í felagsskapin hjá Sameindu Tjóðunum. Men danska stjórnin
megnaði ikki at reka aftur tær grundgevingarnar, sum vit høvdu ført fram um at
vit høvdu rætt til sjálvstýri. Størri viðurkenning kundi áheitan okkara ikki
fáa.

Tað einasta, sum vantaði, var at politisku flokkarnir í Føroyum
tóku undir við Fólkaítakinum. Síðani havi eg eftir førimuni roynt at greitt enn
meira frá hvussu góðan rætt vit hava, og nú tekur tann fyrsti flokkurin, Nýtt
Sjálvstýri, undir við okkum, og fer at virka fyri okkara rætti. Hetta er ein
stórhending, og tað hevði verið beinleiðis ófólkaligt av mær at borið meg undan
at stuðla einum so skilagóðum flokki. Tí havi eg játtað at stilla upp.

At henda valskrá fer at gera mun er ivaleyst. Hvørjir flokkar fara
kanska at bjóða veljarunum at teir ikki vilja virka fyri at vit skulu fáa tað
sjálvstýri vit hava rætt til?

Zakarias Wang