Stóri finaludagurin hjá badminton, borðtennis og judo

Leygardagin 6. apríl verður stóri finaludagurin hjá badminton, borðtennis og judo, har fleiri finalur verða vístar beinleiðis í sjónvarpi seinnapartin.


Í judo verða 6 finaludystir, sum verða millum badminton- og borðtennisdystirnar, tveir hvørja ferð.


Í fyrsta umfarinum verða tvær bronsufinalur í opnum vektbólki. Í fyrra dystinum kappast Sverrir Arnasson úr Havnar Judofelag móti Hjalmar Johannesen úr Sunda Judofelag, og í seinna dystinum verða tað Tóki Brandsson úr Havnar Judofelag, sum kemur at kappast móti Edvard Johannesen úr Sunda Judofelag.


Í øðrum umfari verða finalurnar í vektbólkunum -78 kg. og -90 kg. Í vektbólkinum -78 kg. koma Hjalmar Johannesen úr Sunda Judofelag og Sigmundur Johansen úr Skálafjarðar Judofelag at kappast um gullið, meðan tað verða Áki Davidsen og Sverrir Arnasson, báðir úr Havnar Judofelag, sum møtast í vektbólkinum -90 kg.


Í seinasta umfarinum verða finalurnar í -73 kg. og opna vektbólkinum. Í -73 verða tað Búgvi Hanusarsson úr Skálafjarðar Judofelag og Sigurd Bjørn Mørkøre úr Sunda Judofelag, sum bresta saman, og í opna vektbólkinum verður tað endurtøka av dystunum seinastu árini, nevniliga Áki Davidsen úr Havnar Judofelag og Petur Sigurð Johannesen úr Sunda Judofelag, sum skulu royna seg.