Stórur vøkstur í skattainntøkunum á Tvøroyri

Tvøroyrar kommuna:


Tvøroyrar kommuna hevur fingið væl meira inn í persónsskatti í 2013 í mun til 2012. Talan er um ein vøkstur á kr. 3,43 mió. t.e. 6,81%, og er hetta eisini kr. 1,72 mió. meira enn roknað var við í fíggjarætlanini fyri 2013.


Vøksturin í persónsskatti í 2013 er í miðal 0,04% fyri allar kommunurnar í landinum, og eru tað bert 4 kommunur, Skúvoyar, Húsar, Viðareiðis og Sumbiar kommunur, ið hava størri procentvísan vøkstur enn Tvøroyrar Kommuna.